Í skýmingini í gjárkvøldið boðaði ein bilførari frá, at hann hevði mist eina hjólið í miðbýnum í Havn.
Fyrr í ár vóru nógvar søgur um, at illgruni var um, at onkur loysti hjól við vilja, nakað sum kann gerast vandamikið, um hjólið loysnar, meðan bilurin er í ferð.
Hinvegin, so er tað ikki óvanligt, at hjólini ikki eru spent nóg væl eftir at fólk hava skift dekk, sigur vakthavandi og júst í hesum førinum er eisini óvist, hvør orsøkin til leysa hjólið er.
- Eigarin av bilinum hevur skift dekk í januar og viðgongur, at hann ikki hevur eftirspent tey sjálvur. Tí kann tað vera ein avleiðing av dekkskiftinum, men vit vita kortini ikki, sigur vakthavandi.
Tað er skjótt at missa tamarhaldið á bilinum, um eina hjólið brádliga loysnar undan og tí er ráðiligt at eftirkanna, at hjólini eru spent ordiliga, serliga eftir at ein hevur skift dekk.
- Av onkrari orsøk vísir tað seg, at tað serliga eru bilar við alufelgum, sum hava hesi leysu hjólini, og tað hevði bilurin í gjárkvøldið eisini, sigur vakthavandi.










