Hoppiborg í Páls høll

Svimjihøllin í Klaksvík hevur havt eina vatnøku í nógv ár longu og í fjør fekk svimjihøllin í Gundadali loksins eina.

 

Tann í Páls Høll kann gamaní ikki mátast við tær báðar, men kortini verður vatnhoppiborgin heilt víst eitt kærkomið tilboð til børnini, sum fara at svimja í Páls Høll.

 

Hoppiborgin hevur tríggjar breytir, ein kurvabólt og ein stóran hyl at spæla í. Hon er ætlað til børn úr trimum í níggju ára aldur og verður sett upp seinnapartar mánadag og mikudag.

 

Áður hevur verið tosað um, at eitt baðiland skuldi byggjast upp í svimjihøllina. Talan skuldi vera um eina útbygging á umleið 400 fermetrar, sum skuldi húsa millum øðrum økum, smærri hylum og boblibaði.

 

Les eisini Baðiland í Páls høll

 

Eyðbritt Krosslá, forkvinna í nevndini í Sjálvsognarstovninum Páls Høll, sigur tó, at fyribils eru hesar ætlanirnar lagdar til síðis. Tær eru tó als ikki sleptar.

- Nú skulu vit fyrst fáa góða gongd í raksturin av verandi tilboðum, og so venda vit aftur til tær ætlanirnar, sigur hon.