Yvir 5000 fólk hava sæð kistuna

Áhugin fyri at leggja leiðina framvið kistuna hjá Heindrikki prinsi hevur verið óvæntandi stórur.

Yvir 5000 fólk vóru í dag framvið kistuna hjá Heindrikki prinsi. Sostatt má staðfestast, at áhugin fyri at síggja kistuna hevur verið stórur, tí túsundavís av fólki stóð í kø fyri at síggja kistuna. Ritzau skrivar í dag, bara í dag hevur áhugin verið øgiligur, og væntandi verður áhugin eisini stórur teir tveir dagarnir, sum eftir eru, har kistan hjá Heindrikki prinsi er atkomilig fyri almenninginum. 

 

 

 

Jan Blichert-Hansen, virksemisleiðari á Christiansborgs Slotsforvaltning sigur við Ritzau, at 5081 hava verið fram við kistuna í dag millum 15 og 19. 

 

 

 

- Tað hevur verið friðarligt, tó summi hava verið noydd at bíða í yvir hálvan annan tíma, sigur hann. Køin var fleiri hundrað metrar long, tá ið hurðarnar vórðu latnar upp til kistuna hjá Heindrikki prinsi. 

 

 

Offiserar frá millum annað danska herinum standa við børuna. Tað er framvegis møguligt at leggja leiðina framvið kistina. Kirkjan, har Heindrikkur prinsur liggur, er opin í morgin frá 12 til 19, og mánadagin frá 15 til 19. Jarðarferði verður týsdagin klokkan 11. 

 

 

/ritzau/