Koppsetið tykkum fyri lívmóðurhálskrabba

- Gerið ikki sama mistak sum eg, sigur 23 ára gamla Laila Christiansdóttir Mathisen

- Eg var ein av teimum óhepnu, sum ikki varð koppsett, sigur 23 ára gamla Laila Christiansdóttir Mathisen, sum er smittað við HPV-virusi og hevur drigist við kyknubroytingar í lívmóðurhálsinum í nógv ár.

 

Laila hevur havt so ógvisligar kyknubroytingar, at hon hevur verið noydd at gingið til kanningar fleiri ferðir um árið.

 

– Hvørja ferð havi eg stúrt fyri svarinum og verið bangin fyri, at nú var tað blivið so ringt, at talan var um krabbamein, sigur Laila, sum heldur, at tað eru alt ov nógvar gentur og ungar kvinnur, sum ikki verða koppsettar fyri HPV.

 

– Tað er tungt hjá einari so ungari gentu at fáa at vita, at hon er smittað við HPV-virusi, og at tað kann vera byrjanin til krabbamein. Tað er heldur einki stuttligt at ganga so ofta til kanningar og at stúra fyri, hvat svarið verður næstu ferð, sigur Laila Christiansdóttir Mathisen, sum mælir øllum gentum og ungum kvinnum til at taka av tilboðnum um koppseting fyri lívmóðurhálskrabba.

 

Les alla samrøðuna við Lailu Christiansdóttir Mathisen í VikuskiftisSosialinum, sum kemur í sølubúðirnar seinnapartin.