Finnur Justinussen hevur av álvara funnið máltevið aftur, nú triðibesta fótbóltsdeildin er um at rigga av á hesum sinni.
Longu undan ferðini yvir til Kolding, har næstsíðsti dysturin í hesum kappingarárinum var í dag, hevði Næstved tryggjað sær pláss í næstbestu deildini næsta kappingarár.
Síðstu ferðirnar hevur Finnur Justinussen ofta verið millum málskjúttarnar, og soleiðis var tað eisini ídag. Næstved vann 3-2, og Finnur Justinussen skorað tvey av málunum.
Føroyski álopsspælarin setti hol á, tá ið tíggju minuttir vóru farnir, og hann legði Næstved framum, tá ið fyrri hálvleikur var um at vera liðugur. Harvið hevur Finnur í vár skorað ellivu mál fyri Næstved.
Um eina viku fær Næstved vitjan av Marienlyst.
Finnur er útleigaður frá Fremad Amager og til Næstved. Sáttmálaskeiðið hjá honum er runnið, tá ið hetta kappingarárið er av. Tað er óvist, hvar Finnur fer at spæla næsta kappingarár.
-Teir í Næstved vilja fegnir hava, at hann heldur fram hjá teimum. Tað eru eisini onnur feløg, sum hava víst áhuga, bæði í Danmark og aðrastaðni í Skandinavia, segði Hans Jacob á Líknargøtu í vikuni við donsku heimasíðuna bold.dk