Bartal: SÍb vann uppiborið

(Rás2) Hoyr veteranin hjá ÍF, Bartal Eliasen seta orð á 2-3 steypafinalutapið ímóti SÍb

SÍb er steypavinnari hjá monnum í flogbólti. Tað er veruleiki aftaná ein spennandi fimmsettara í stórhøllini á Hálsi í Havn fyrr í dag.

 

SÍ vann 3-2 við settmuninum 25-20, 20-25, 25-27, 25-19 og 15-9.

 

Aftaná dystin prátaði frásøgumaðurin, Hilmar Jan Hansen beinleiðis á Rás2 við veteranin hjá ÍF, Bartal Eliasen.

 

Bartal Eliasen sum hevur 12 steypafinalur á baki er sera vónsvikin um steypafinalutapið, men hann slær fast, at talan var um ein uppibornan sigur hjá SÍb, sum spældi væl og klókt.

 

Bartal Eliasen heldur ikki, at ÍF fann ikki tað góða spælið fram, sum ÍF hevur víst í fleiri dystum hetta kappingarárið. Bartal staðfestir, at SÍb fiskaði alt uppaftur sum ÍF kom við, bæði lobb og sløg. 

 

Kappingarárið kann tó bjargast hjá ÍF enn. Tað krevur eitt FM-heitið, og tað hevur liðið fult fokus á nú. 

 

Samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi við spælarar, venjara og fjeppara hjá SÍ hoyrast HER

 

Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen av teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum, og samanumtøkan hjá Hans Fróða Jensen, viðmerkjara á Rás2 hoyrast HER