uppá hetta. Men á henda hátt høvdu vit fingið pening frá teimum á meginøkinum, sum í dag einki gjalda. Og vit á randarøkjunum høvdu sloppið væl bíligari. T.d. kundu suðuroyingar sloppið á flogvøllin og aftur [...] bummpengum, tí tað er órættvíst. Her er tað at eg vil vísa á verandi órættvísi. Allir (nærum) almennir stovnar eru í Havn. Skal eg til Havnar á ein av hesum almennu stovnunum, má eg gjalda fyri at sleppa [...] eysturoyingar, men vit á randarøkjunum mugu gjalda. Av somu grund nýta teir nógv meira enn vit. Skal tað vera rættvíst, er høvuðsreglan at tú mást gjalda fyri tað, tú nýtir. Hetta kann gerast á fleiri mátar: 1
Føroyum, so eru umstøðurnar á Sandi fullt so góðar sum nakra aðrastaðni. Her er slættari enn flestu staðni og her er minni avfall enn norðanfyri, greiðir Jóannes í Miðstovuni, bóndi á Sandi, frá. Turra veðrið [...] bygdina, sum jarðrok. Fyrr, tá vindeygu vóru ótøtt, lá sandur ofta í vindeygakarminum, tá hann var eystan, sigur hann. - Um eplini tá ikki hava nælt, so verður kamburin skræddur niður og eplini liggja ber
burtur í 10 av hesum 46 fundum. Tað gevur eina fráveru upp á 21,7 prosent. Á einum deildum triðjaplássi á skulkingarlistanum hjá løgtinginum eru Magni Laksafoss úr Sambandsflokkinum, Óli Breckmann og Heðini [...] eru førdir í gerðabókina, síðani tingsetan byrjaði á ólavsøku. Sjúrður Skaale hevur verið burtur frá 11 av hesum 46 fundum, tað gevur eina fráveru upp á 23,9 prosent. Næstringastur til at møta upp er formaðurin [...] av hesum 46 tingfundum, tað gevur eina fráveru upp á 19,6 prosent. Tá miðlarnir gera hesar uppgerðir yvir, hvussu okkara kosnu menn og kvinnur møta upp á tingi, so plaga umberingarnar at vera, at tað mangan
fer at fáa ávirkan á fleiri menniskju í fleiri londum á fleiri hættir enn nakað annað, vit áður hava upplivað í søgu heimsins. - So álvarslig er støðan, sambært serfrøðingum, sigur Magni Laksáfoss. Prísurin [...] sum er hent nú. - Tað var orkutrupulleikin, sum prikaði hol á bløðruna og tað hevur ført til, at oljuprísurin er kavaður á botn aftur. Men Magni Laksáfoss staðfestir, at tá ið tær ringu tíðirnar eru av, [...] ein boðskapur frá Magna Laksáfoss, búskaparfrøðingi, á almennum kjakfundi hjá Tjóðveldinum í einum stúgvandi fullum Miðlahúsi í gjárkvøldið. Magni Laksáfoss legði fleiri daprar spádómar fyri áhoyrararnar
havsins tilfeingi verður sett á breddan á Christiansborg í morgin, tá Arktiski arbeiðsbólkinum á fólkatingi og Tjóðveldi á fólkatingi skipa fyri eina ráðstevnu um evni. Á ráðstevnuni, ið verður seinnapartin [...] fyrireikararnir heitt á átta persónar at halda fyrilestur á degnum, og kunnu luttakarar m.a. hoyra svenska kópagranskaran Sven-Gunnar Lunneryd tosa um hvørja ávirkan átufrekir kópar hava á fiskiskapin í Ey [...] Eystarasalti, Hera Joensen, forsangara í Týr, um sítt stríð á alnetinum móti teimum, ið mótmæla grindadráp, írska journalistin Tim Ecott um hvussu sosialir miðlar ávirka veiðuna eftir havsúgdjórum og norska
ligið fyri at sett burðardygd á breddan, tí bæði skúlaverk, vinnufeløg og landsstýrið hava tikið til sín tey 17 heimsmálini hjá ST, sum hava til endamáls at flyta heimin á eina burðardygga kós. Landsstýrið [...] skal bæði taka atlit til menningina hjá fólki og fyritøkum her á landi og møguleikarnar hjá okkum sum stórhavstjóð at vera viðspælari á altjóða pallinum og gerast uppaftur dyggari útflytari. Føroyar eru [...] kumpassin kann rættast. Bæði Fiskimálaráðið og Uttanríkis- og vinnumálaráðið mæla til at leggja dent á 14. heimsmálið, sum snýr seg um at verja havið og lívið í havinum. Okkara sjóøki er ein 270.000 fer
Ristingarnar á tyrluna eru seinni og knappari. Tyrlan verður sett niður á lítla vognin, sum vit fóru av í morgun, og rotorarnir mæla spakuligari og spakuligari, áðrenn teir heilt steðga í nógva vindinum á flogvøllinum [...] líkindini eru á ymisku pallunum kring landið, og vindurin er væl meiri enn útvarpið segði í morgun. Ymiskir vindmátarar eru eisini kring landið, og teir vísa somuleiðis, at ættin liggur um lágan eystan við fitt [...] Vit kunnu flúgva í næstan øllum veðri. Avmarkingin fyri at lenda á boripallum til dømis, er tá ið fólkini ikki longur klára at standa á beinunum. Men í Føroyum eru fleiri støð, har tað ikki ber til at
Ymsar kappingar og túrar eru um dagin, og á kvøldi er hugni í samkomuhúsinum, har Brandur Enni luttekur. Seinni er dansur og har spæla Friends við Georg eystan Á. Tað er FC Suðuroy, ið skipar fyri degnum
talið í ár er á leið tað sama sum undanfarin ár. - Og soleiðis sum tað sær út í dag, fer hetta at verða talið á næmingum í nøkur ár aftrat. Tað eru tíbetur fleiri børn undir skúlaaldur her á Húsum, staðfestir [...] aftur. Hjáputur Eitt er at fólkið á smáplássunum leggja stóran dent á at varðveita bygdaskúlan. Hinvegin uppliva tey, at hetta sama forstáilsið ikki altíð er eins stórt á hægsta staði – tað er: Mentamálaráðnum [...] sigur fyrstilærarin á Húsum í samrøðu við Sosialin. Sára Mikladal hoyrir av og á frá fólki, at tað er so lætt at vera lærari við ein bygdarskúla: Har eru so fáir næmingar og tí er tað meiri at meta sum
Jónsveini, Birgiri, Hans Jákup og Eivindi er á skránni og eisini fer Magni Christiansen at syngja onkran sangin. Leygardagurin endar við dansi í bygdahúsinum á Strondum, har Countrybólkurin úr Klaksvík fer [...] er komið. Bygdastevnan á Skála hevur verið fastur táttur í nógv ár og serliga kappróðurin hevur havt góða undirtøku. Tað er heldur ikki heilt uttan orsøk, tí millum bygdastevnuna á Skála og fyrstu »rættiligu« [...] ikil partur undir ítróttarfelagnum á Skála. Tiltøkini hava umframt kappróður, verið fóltbóltur, hondbóltur, tivoli og ymiskt annað. Men í ár ætlar ítróttarfelagið á Skála at størri breidd skal koma í tiltakið