Bumbuhóttan ímóti flogfari

Ein bumbuhóttan gjørdi, at eitt kinesiskt ferðamannaflogfar, sum var á veg úr Japan til Kina, vendi aftur Tað skrivar japanska tíðindastovan Kyodo í dag.

Kinesiska flogfelagið Air China eigur flogfarið, og felaghið fekk bumbuhóttanina í einum teldubrævi.

Sambært japonsku tíðindastovuni vóru 71 ferðafólk umborð á kinesiska flogfarinum.

Islamiskir felagsskapir hava hótt við at leggja bumbur í kinesisk flogfør, nú teir olympisku leikirnir eru í Beijing.