Vit eru inni í einum skúri á flogvøllinum í Vágum ein mikudag fyrrapart, tá tyrlan hevur rutuflúgving.
Tyrluskipararnir, Villads Bøgesvang, sum vit eru til arbeiðis við í dag, og Martin Hummeland ringja til ymisk fólk kring oyggjarnar at kanna hvussu líkindini eru á ymisku pallunum kring landið, og vindurin er væl meiri enn útvarpið segði í morgun.
Ymiskir vindmátarar eru eisini kring landið, og teir vísa somuleiðis, at ættin liggur um lágan eystan við fitt av vindi.
– Vit kunnu flúgva í næstan øllum veðri. Avmarkingin fyri at lenda á boripallum til dømis, er tá ið fólkini ikki longur klára at standa á beinunum. Men í Føroyum eru fleiri støð, har tað ikki ber til at lenda av turbulensi, tá nógvur vindur er, og ættin er millum landnyrðing og eystan. Men í dag er hann beint niðanfyri, so kanska tað gongur, sigur Villads Bøgesvang, áðrenn vit fara til Mykinesar, sum er ein av trimum oyggjum, sum bert hava tyrluna at stuðla seg til um vetrarnar.
Hinar eru Koltur og Stóra Dímun.
Ristast upp á pláss
Vit fara fyrsta túrin við minnu tyrluni hjá Atlantsflogi. Rotorarnir eru farnir í gongd og mæl skjótari og skjótari.
Ein listi verður gjøgnumgingin.
– Instruments looking good on my side. Hvussu hjá tær?
Pilotarnir tosa sínámillum á einum máli, sum skiftir ímillum enskt og føroyskt. Við tornið tosa teir tó bara enskt.
Nú ristist Hvíta, bláa og reyða tyrlan veruliga, áðrenn Villads Bøgesvang – ja, tað er sonur prestin – lyftir hana upp frá vogninum, hon hevur staðið á.
So eru vit farin. Tað gongur skjótt ímóti Mykinesi framvið Tindhólmi, tí vindurin er undan og hestakreftirnar í tyrluni eru nógvar.
– Vit gera ein shallow approach ímóti hólminum.
Pilotarnir tosa alla tíðina saman, so teir kunnu vera púra samdir um, júst hvussu hvør einstøk lending skal gerast.
Avbjóðingin Føroyar
Men tað er ikki løgið, at flogskipararnir tosa saman. Føroyar eru altíð ein avbjóðing at flúgva í.
– Skalt tú flúgva í Føroyum mást tú kenna hvørt stað. Er tað ringt veður og tú ikki respekterar tað, so doyrt tú. Tað ljóðar nokk so ógvusligt. Men soleiðis er tað bara. Tá tú flýgur í til dømis Danmark ella á boripallum, so er tað altíð slætt, og allar lendingar eru nokk so eins, men í Føroyum er altíð ymiskur turbulensur á hvørjum stað, og tí mást tú ansa so øgiliga væl eftir, greiðir Villads Bøgesvang frá.
Hann sigur víðari, at tað er ein av stuttligaru uppgávunum.
Vanlukkur
Hinvegin eru eisini vansar við at flúgva í Føroyum.
– Tað ringasta sum er, er at sita á bjargingarvakt í ringum veðri, tá flestu vanlukkurnar henda. Tú situr í óvissu, og kanst risikera at verða kallaður út til eina vanlukku, har grannin kanska er við. Og so at hugsa sær, um tað er so mikið galið, at tú ikki fært farið avstað. Men tá vanlukkan er hend er ikki eins galið, tí tá reagerar tú bara, greiðir Villads Bøgesvang frá.
Vit flúgva nú fram við Lítlu Dímun, og síggja seyðarásirnar í skráningunum har.
– Tú fært eina aðra fatan av fjøllunum, tá tú altíð skalt samla tey upp, sum er dottin niður.
– Liggja tey við hálvum høvdið ella onkrum tílíkum, so er bara at hyggja beint frameftir og at konsentrera seg um tað. Men tað ringasta er, tá tey eru brend. Tey lukta illa, síggja øgilig út, og mann vil bara spýggja, sigur hann.
Bussførari
Vit eru komin eitt sindur út á dagin. Hava verið tað mesta av Føroyum runt, og tað byrjar at kennast sum at alt er tað sama, og hetta viðgongur Villads Bøgesvang, sum eisini hevur verið bussførari.
– Í prinsippinum er ongin munur á at vera bussførari og at vera tyrluflogskipari, tá mann flytur fólk. Einastu veruligu munirnir er um okkurt gongur galið, so er lættari at steðga bussinum, flennir hann.
Nú koma vit ímóti flogvøllinum í Vágum. Tað hoyrist á tyrluflogskiparunum, at teir eru á veg heim, og prátið gongur lættliga frammi hjá teimum, og okkurt er ikki beinleiðis borðbært.
– Tað eru onkrar løtur, at tað ikki hevði verið so gott at enda í eini vanlukku, flenna teir har frammi, meðan hvørt einasta orð verður tikið upp av tólum í tyrluni.
Langdrigin flogfør
Á vøllinum standa tvey flogfør, og meðan tyrlan lendir flúgva vit fram við teimum. Og eru flogfør ikki eisini spennandi fyri tyrluflogskiparar?
– Eg hevði ikki tímað at flogið flogfør. Har hendir ov lítið. Tú skalt bíða í fleiri tímar, meðan tað mest spennandi er, hvussu flogternurnar síggja út, heldur tyrluflogskiparin, Villads Bøgesvang.
So lenda vit. Ristingarnar á tyrluna eru seinni og knappari. Tyrlan verður sett niður á lítla vognin, sum vit fóru av í morgun, og rotorarnir mæla spakuligari og spakuligari, áðrenn teir heilt steðga í nógva vindinum á flogvøllinum.
Fakta Villads Bøgesvang
Arbeiðspláss: Atlantic Airways tyrludeild
Starv: Tyrluflogskipari
Besta við starvi: At spæla við dýrar leikur
Ringasta við starvi: Óvissan á bjargingarvakt í ringum veðri
Størsti dreymur: At starvið verður verandi soleiðis
Størsta frambrot: Tá bjargingin bleiv føroysk í 2001
Starvstíð: 10 ár
Lívsstarv: Ja
Starvsfólk: 12 á tyrlutænastuni, umleið 200 tilsamans
Sett á stovn: Í 1994 yvirtók Atlantsflog tyrlutænastuna frá Strandfaraskipum Landsins
Staður: Vága Lufthavn, Sørvágur
Stjóri: Magni Arge