Tað vísir uppgerðin úr gerðabókini hjá løgtinginum fyri teir 46 fundirnar, sum eru førdir í gerðabókina, síðani tingsetan byrjaði á ólavsøku.
Sjúrður Skaale hevur verið burtur frá 11 av hesum 46 fundum, tað gevur eina fráveru upp á 23,9 prosent. Næstringastur til at møta upp er formaðurin í Tjóðveldinum, Høgni Hoydal, sum hevur verið burtur í 10 av hesum 46 fundum. Tað gevur eina fráveru upp á 21,7 prosent.
Á einum deildum triðjaplássi á skulkingarlistanum hjá løgtinginum eru Magni Laksafoss úr Sambandsflokkinum, Óli Breckmann og Heðini Zachariasen úr Fólkaflokkinum sum hava verið burturstaddir níggju av hesum 46 tingfundum, tað gevur eina fráveru upp á 19,6 prosent.
Tá miðlarnir gera hesar uppgerðir yvir, hvussu okkara kosnu menn og kvinnur møta upp á tingi, so plaga umberingarnar at vera, at tað mangan er trupult hjá fólki í útjaðaranum at klára at møta upp til allar fundir. Men hendan umbering heldur ikki í hesum føri. Tann ringasti at møta upp av útjaðaratingfólkunum, er tingformaðurin sjálvur, Hergeir Nielsen, sum hevur verið burtur frá fundi seks ferðir síðani ólavsøku, og sum soleiðis hevur eitt fráveruprosent upp á 13. Á einum vanligum arbeiðsplássi - ella skúla, hevði hetta verið mett sum kritiskt.
Vit høvdu hetta málið uppi at venda, eftir at Bjørt Samuelsen og Sjúrður Skaale í november vóru í New York, har tey millum annað runnu marathon, meðan tingfundir samstundis vóru - og teirra sessir stóðu tómir.
Tá fingu vit eitt heldur hvast aftursvar, tí vit í Miðlahúsinum áttu at vitað, at tingarbeiðið er so nógv annað enn at sita á tingfundi. Tey søgdu, at tað ber væl til at skriva álit ella gera okkurt annað politiskt arbeiði, meðan tú ert burturstaddur. Tey brikslaðu okkum, at hetta var skandalujournalistikkur.
Men tað sum tá skar í eyguni við fráveruni hjá tjóðveldistingfólki var, at eingin teirra hevði havt farloyvi síðani hálvan mars. Tí kundi tað tykjast, sum um tey ikki vildu hava Páll á Reynatúgvu ella Heidi Petersen á ting, men hetta avvístu tey. Høgni Hoydal boðaði frá, at hann royndi eftir førimuni at røkja bæði starvið sum løgtingsmaður og fólkatingsmaður - og tók farloyvi, tá tað var neyðugt. Uppgerðin vísti tó, at síðani seiansta farloyvi hansara í mars til hálvan november, hevði Høgni Hoydal ikki møtt á fjórða hvørjum tingfundi - ella at hann hevði eina fráveru upp á 25 prosent.
Sjúrður Skaale hevði eitt heilt annað sjónarmið, tá hann var fólkatingsmaður fyri Høgna Hoydal, sum var landsstýrismaður í 2008. Sjúrður Skaale boðaði greitt frá, at tað ber ikki til at røkja tingmannastørv í tveimum tingum í tveimum londum samstundis, og tí niðurlegði hann tingsessin permanent tað tíðarskeiðið, hann var í Fólkatinginum. Hesa støðu hevur hann endurtikið síðani.
Um tað er rætt ella ikki við slíkum uppgerðum, skulu vit lata standa ósvarað, men tá løgtingið førir protokoll á hendan hátt, so tað neyvan ógrundað.