Burðardygg gagnnýtsla av havsins tilfeingi á breddan á Christiansborg

Burðardygg gagnnýtsla av havsins tilfeingi verður sett á breddan á Christiansborg í morgin, tá Arktiski arbeiðsbólkinum á fólkatingi og Tjóðveldi á fólkatingi skipa fyri eina ráðstevnu um evni.


Á ráðstevnuni, ið verður seinnapartin í morgin, hava fyrireikararnir heitt á átta persónar at halda fyrilestur á degnum, og kunnu luttakarar m.a. hoyra svenska kópagranskaran Sven-Gunnar Lunneryd tosa um hvørja ávirkan átufrekir kópar hava á fiskiskapin í Eystarasalti, Hera Joensen, forsangara í Týr, um sítt stríð á alnetinum móti teimum, ið mótmæla grindadráp, írska journalistin Tim Ecott um hvussu sosialir miðlar ávirka veiðuna eftir havsúgdjórum og norska professaran Ola Flåten, ið fer at greiða frá hvønn socio-økonomiskan týdning havsúgdjór hava fyri tey menniskjuni, sum liva av millum annað at kunna troyta havsins tilfeingi til fulnar.


Harumframt sleppa teir báðir føroyska fólkatingslimirnir Magni Arge og Sjúrður Skaale, umframt grønlendska Aleqa Hammond, eisini til orðanna at greiða frá teirra sjónarmiðum.