Bygdarskúlin er annað enn hjáputur

- Næmingarnir á bygd hava eins góðan rætt til undirvísing sum onnur børn. Og tá til stykkis kemur, so klára tey seg eins væl og aðrir næmingar. Eg kann tí illa góðtaka, at virksemið í bygdaskúlunum av sonnum verður mett sum hjáputur, sigur Sára Mikladal, sum er ein av trimum lærarum við Húsa skúla

Húsar: - Sum lærari á bygd má ein vera rættiliga kreativur. Við aðrar skúlar undirvísir ein lærari mest í teimum lærugreinunum sum hann er útbúgvin í. Her skal ein kunna undirvísa í øllum lærugreinum, sigur fyrstilærarin á Húsum í samrøðu við Sosialin.

Sára Mikladal hoyrir av og á frá fólki, at tað er so lætt at vera lærari við ein bygdarskúla: Har eru so fáir næmingar og tí er tað meiri at meta sum eitt spæl at skipa eina undirvísing.

Men royndir hennara vísa, at umstøðurnar her eru munandi øðrvísi enn í teim størru flokkunum: Hóast talan bert er um níggju næmingar, so kann hon hava enskt á fimm ymiskum stigum í sama tíma. Tá er lætt at ímynda sær, at tíðin til hvønn einstakan næming ikki verður so góð.

- Tað kann koma fyri, at eg ikki fái meiri enn tveir minuttir til hvønn næming. Og tað er hóast alt í minna lagi.

- Hinvegin veldst alt sjálvandi um, hvussu ein leggur undirvísingina til rættis og hvussu sjálvstøðugt tann einstaki næmingurin arbeiðir, greiðir Sára Mikladal frá.

Sára býr í Klaksvík og hevur verið lærari her á Húsum síðani 1999. Hon hevur lagt tímatalvuna í skúlanum soleiðis til rættis, at hon kann ferðast skjótt og millum heim og skúla hvønn dag.


Í og undir skúlaaldur

Tá skúlagongdin byrjaði mánadagin, kundi Sára Mikladal staðfesta, at talið av næmingum við Húsa skúla var 9.

Hetta var í roynd og veru ein næmingur meiri enn í fjør, tí eingin næmingur fór úr skúlanum í summar. Okkurt árið vóru næmingarnir 17 í tali, men talið í ár er á leið tað sama sum undanfarin ár.

- Og soleiðis sum tað sær út í dag, fer hetta at verða talið á næmingum í nøkur ár aftrat. Tað eru tíbetur fleiri børn undir skúlaaldur her á Húsum, staðfestir Sára Mikladal.

Gongst sum ætlað, fara tvey børn í 1. flokk komandi skúlaár, og eftir tað verður ein nýggjur næmingur í 1. flokki tey fylgjandi árini.

Skúlin er í roynd og veru ein felagsskúli millum báðar bygdirnar í kommununi – Húsar og Syðradal – og gingu næmingarnir í síni tíð aðru hvørju viku í hvørjum skúlanum.

- Tey seinnu árini hava tað bert verið næmingar á Húsum, og tí verður einans undirvíst her, sigur hon.


Sjógvur ímillum

Nógv hevur verið tjakast um tað er rætt at hava allar hesar mongu og smáu bygdaskúlarnar.

Sára Mikladal hevur sjálv hugsað nógv um júst henda spurningin, sum í mangar mátar er sera eymur og eisini viðbrekin hjá nógvum. Sára er ein teirra, sum er av teirri sannføring, at hetta er ein góð skipan, og ein skipan sum ein eigur at halda fram við – men bert í ein ávísan mun.

- Eg eri tó í iva, um tað í framtíðini er rætt hjá skúlanum at hava næmingar heilt upp í 9. flokk. Tað er sjálvandi torført at meta um hetta, men tað verður so í øllum førum altíð ein framtíð fyri okkara skúla upp til 6. ella 7. flokk, staðfestir hon.

Hinvegin er tað ein landafrøðilig sannroynd, at Húsar og Kalsoyggin eru bundin av sjóvegis sambandi við Klaksvík, og at hetta avmarkar møguleikarnar hjá næmingunum at fáa fulla úrtøku av teimum tilboðum sum standa teimum í boði í Klaksvík.

- Tá sjógvur er millum oyggjarnar, og ein skal halda seg til eina ferðaætlan, kann ein ikki bara fara til Klaksvíkar at hava tveir skúlatímar og síðani koma aftur.


Hjáputur

Eitt er at fólkið á smáplássunum leggja stóran dent á at varðveita bygdaskúlan. Hinvegin uppliva tey, at hetta sama forstáilsið ikki altíð er eins stórt á hægsta staði – tað er: Mentamálaráðnum.

Hetta sama veit Sára Mikladal, tí sum hon sigur: - Tað tykist ofta, sum um ráðið ikki hevur ta virðing fyri smáu skúlunum sum vit kundu ynskt. Kensla okkara er, at vit bara skulu gera so sum tey krevja, heldur enn at tey seta seg inn í okkara viðurskifti.

- Úrslitið av hesum er, at eg mangan føli tað sum um at okkara arbeiði hevur lítlan týdning hjá Mentamálaráðnum, og tja, - er meiri at meta sum hjáputur hjá teimum, enn sum nakað annað.

- Hetta haldi eg vera stórt spell, tí so leingi sum bygdaskúlarnir eru kring landið, eiga teir at verða virdir sum allir aðrir skúlar. Men tað verða teir altso ikki í dag, slær ein sera hørm Sára Mikladal fast.

Tað kemur meiri enn so fyri, at tað koma harðar og krevjandi fráboðanir frá Mentamálaráðnum um ymiskt sum skal setast í gildi – krøv, sum ein bygdarskúli við framhaldsdeild á Húsum lítlar og ongar møguleikar hevur at fylgja.

Hon hevur gjørt vart við hetta bæði hjá Mentamálaráðnum og hjá fakfelagi sínum, Lærarafelagnum. So tann ovasta leiðslan innan skúlans gátt veit tí um hesa gongdina, men enn er tíverri lítil bati at hóma.

- Tað harmiliga í hesum er, at tey ikki reiðiliga skilja okkum og ikki virða okkara umstøður og okkara arbeiði. Hetta kann í ringasta føri enda við, at útbúnir lærarar við bygdaskúlar gevast og fara at leita eftir øðrum virðiligari størvum.

- Eg rokni ikki við, at tað veruliga er hetta ætlanin – men vantandi fatan og virðing fyri sjálvsagda rættinum hjá okkara skúla til eitt tilverugrundarlag í bygdarsamfelagnum, er ein av størstu forðingunum fyri menning av bygdarskúlanum!



Trivnaður og dynamikkur

Í Sosialinum í gjár nevndi borgarstjórin á Húsum, Magni Garðalíð tann týdning sum hann sá í lokala skúlanum.

Sára Mikladal er púra samd við honum í, at tað er sera týdningarmikið at børnini verða í nærumhvørvinum so leingi sum tilber – bæði fyri tey eldru fólkini, men eisini tey smærru og tey eldru børnini, sum spæla sera væl saman.

Besta prógvið um hetta er tá fríkorter er í Húsa skúla: Tá savnast bæði næmingar og yngru systkin teirra á snotuliga sparkivøllinum beint niðanfyri skúlan.

- Slíkt er avgjørt við til at skapa trivna og setur haraftrat lív í bygdarsamfelagið. Eru eingi børn at síggja um dagin, so hvørvur hesin dynamikkurin, tí tú hevur ikki allar aldursbólkar í bygdini.

- Tí hevur tað so stóran týdning, at børnini ganga í skúla í heimbygdini tey fyrstu skúlaárini – í minsta lagi til og við 6. flokk, sigur hon.

Nógvastaðni verða bygdaskúlarnir lagdir niður og børnini verða koyrd í annan og størri skúla í nánd av heimbygdini. Í hesum førinum kundi ein tosa um, at skúlabørnini á Húsum vórðu flutt haðani og til ein skúla í Klaksvík.

Ein sannroynd er kortini hon, at tað er eins langt av Syðradali til Klaksvíkar eins og tað er úr Klaksvík til Syðradals – so tað kundi eins væl verðið, at næmingar komu úr Klaksvík í skúla á Húsum, sum tað at allir næmingarnir fara til Klaksvíkar í skúla, sigur Sára Mikladal.

Júst hetta kann vera trupult hjá øðrum at skilja. Sára fær tí mangan spurningin frá fólki um, hví foreldrini á Kalsoynni ikki bara lata børn síni ganga í skúla í Klaksvík, tá so gott ferðasamband er um Kalsoyarfjørð.

- Hesi fata helst ikki støðuna og tær øðrvísi umstøðurnar sum vit hava á útoyggj og sum “býarbørnini” kundu havt gleði av, um tey komu yvir um fjørðin.

- Men tað er helst ikki lætt hjá teimum, tá tey bert hava fáar minuttir frá heimi til skúla, og haraftrat kunnu koyra børnini hagar í egnum bili, sigur Sára Mikladal.


Øðrvísi at undirvísa

Í greinum her í blaðnum mánadagin og týsdagin hava vit greitt frá nøkrum lutum í lítla, gamla, men kortini væl útgjørda bygdarskúlanum á Húsum.

Í skúlanum eru næmingar á øllum stigum uttan í 2. og 6. flokki, og sita teir allir í teirri einastu skúlastovuni í bygdarskúlanum frá 1888.

Í undirvísingini verða næmingarnir býttir upp á ymiskan hátt: Í fyrsta lagi eftir aldri, soleiðis at ein partur av tímunum eru til tey eldru og ein annar til teir yngru.

Men undirvísingin verður eisini skipað soleiðis, at lærararnir leggja tímar inn undir – tað er: at tá øll eru inni, kann hon lesa við einum parti, meðan ein annar partur, sum ikki krevur beinleiðis hjálp frá læraranum, situr til dømis og skrivar ella gera okkurt annað.

- Við hesi skipanini tryggja vit, at tann einstaki næmingurin skal fáa so nógvar tímar, sum kravt verður frá Mentamálaráðnum.

Hóast skúlin er lítil, so kunnu næmingarnir fáa ta undirvísingina sum tørvur er á her ella í bygdarhúsinum, ið liggur skamt frá skúlanum.

Við skúlan eru tríggir undirvísarar – Sára Mikladal sum hevur fult skema, Hannebeth Garðalíð sum er vikarur og hevur somuleiðis fult skema og Olaf á Grønastøð sum hevur eitt ávíst tímatal um vikuna.

Møguleiki er hjá næmingunum at ganga til og við 9. flokk, men ynskja tey at ganga framhaldsdeildina í Klaksvík, so gera tey tað. 


--- --- ---


Tema: Bygdarskúlin

Hesi trý seinastu bløðini hevur Sosialurin varpað ljós á ein av mongu bygdaskúlunum kring landið, tann á Húsum.

Mánadagin vóru vit við, tá Rebekka Syderbø fór í fyrsta flokk saman við hinum átta næmingunum.

Í gjár høvdu vit samrøðu við borgarstjóran á Húsum, Magna Garðalíð um tann týdning, sum lokali skúlin hevur fyri hesa bygdina.

Í dag tosa vit við fyrstalærarin í Húsa/Syðradals skúla, Sáru Mikladal um umstøðurnar hjá bygdarskúlunum og hvussu undirvísingin verður løgd til rættis.

Og í blaðnum í morgin tosa vit við Signhild Joensen, sum hevur búð í 17 ár í norðastu bygdini á Kalsoynni, Trøllanesi.