- Skal man vera bóndi í Føroyum, so eru umstøðurnar á Sandi fullt so góðar sum nakra aðrastaðni. Her er slættari enn flestu staðni og her er minni avfall enn norðanfyri, greiðir Jóannes í Miðstovuni, bóndi á Sandi, frá.
Turra veðrið kann tó elva til trupulleikar. Bóndin greiðir frá, at sandjørðin, sum eplavelturnar hjá honum liggur í, ofta gerst ov turr.
- Sandjørðin her er so góð at fáast við, og við at tað er so lítið regn her, so ber til at fáa nakað at veksa í henni. Tó so, vit hava tann trupulleikan, at tað ofta er ov turt. Tað kemur meiri enn so fyri, at eplini liggja omaná, eftir at vit hava sett tey, tí at jørðin er ov turr.
Jóannes í Miðstovuni greiðir frá, at tá eystanvindurin liggur oman yvir bygdina er tað sum stormur. Eystanættin er so ring, at onkuntíð síggjast guvur av sandinum blása inn yvir bygdina, sum jarðrok. Fyrr, tá vindeygu vóru ótøtt, lá sandur ofta í vindeygakarminum, tá hann var eystan, sigur hann.
- Um eplini tá ikki hava nælt, so verður kamburin skræddur niður og eplini liggja ber. Tað er komið fyri, at vit hava hyppað útyvir aftur epli, sum vit hava sett. Og um nálirnar eru komnar upp, so verður simpulthen sandblást, sum vindurin rýkur. Bløðini verða oyðiløgd, og so má næla av nýggjum. Tá kann tað gerast ógvuliga seint, áðrenn klárt er at heysta.
Jóannes í Miðstovuni, ið hevur velt epli síðani miðskeiðis í 70’unum, greiðir frá, at hann setur alt millum eina hálva og eina hektar.
- Í ár settu vit knapt 2 tons, og um man sigur, at man fær 10x, so fáa vit 20 tons. Men so skilja vit ein part frá, sum vanliga liggur um 25%. Epli sum eru smá, grøn, hava vakstrarrivur ella eru særd av upptøkuni, verða soldaði frá. Vit hava so eitt stað millum 10 og 20 tons eftir.
Tað er eingin trupulleiki at sleppa av við eplini, sigur bóndin í Miðstovuni. Føroyingar innflyta epli fyri millum trý og fýra túsúnd tons.
- Tað burdi heilt vist verið velt meiri í Føroyum. Epli veksa væl, men hóast hetta eru vit einans eini tríggir-fýra bøndur, ið velta í stóran mun, umframt tey eplini, sum ALS veltir. Men øll hesi eplini tilsamans eru einans ein dropi í havinum, í mun til tað, sum innflutt verður.
Les meiri í Vikublaðnum mánadagin.










