morgun hava fólk staðið í kø fyri at koma inn á tjaldingarøkið til G! festivalin. Orsøkin, at tey velja at bíða í fleiri tímar, áðrenn tey sleppa inn, er fyri at fáa gott pláss. Inni í einum tjaldi fann in.fo [...] Winther úr Havn. - Tað gekk ordiliga vilt fyri seg, tá portrini lótu upp. Vit taldu niður, og tá vit komu á null, fóru øll stormandi inn. Summi aftan fyri meg duttu, og satt at siga hevði tað kunnað blivið heilt
fyri Súluna verður víst á sum óvanligt frá síðuni hjá Atlantsflogi, hava onnur starvsfólk valt at traðka fram. Sambært Jóhonnu á Bergi, kann ein telja uppsagnirnar í Atlantsflogi á einari hond gjøgnum seinastu [...] starvaðist sum flogterna hjá Atlantsflogi í fimm ár við basa í Keypmannahavn. Hon minnist gott aftur á fyrstu árini hjá felagnum, men so varð hon brádliga uppsøgd frá degi til annan. - Tann seytjanda mars [...] áðrenn hon undirskrivaði, broyttist tónalagið tó. - Tá tók hann ein stóran faldara fram, klappaði á hann, og segði seg hava nokk av orsøkum at siga meg upp. Men hóast eg spurdi hvørji dømi hann hevði
tí heilt nógv fólk ganga aftur á fleiri listum. Fleiri søkja um pláss á røktarheimi ella í sambýli í góðari tíð. Vit hava dømi um fólk, ið ikki taka av, tá ið tey fáa eitt pláss í boði, sigur Ása Hanusson [...] og 9 sjúkrasystrar eru knýttar at Heimarøktini, tær flestu niðursetta tíð. Á pallborðsfundi mánakvøldið í gamla prestagarðinum á Nesi var eldrapolitikkur evnið. Ása Hanusson greiddi frá ítøkiligu støðuni [...] at byggja og í rakstri. Fólk fáa eitt tættari tilknýti til eitt sambýli í teirri egnu bygd enn til eina størri eind sum eitt røktarheim er. Familja og vinir koma oftari inn á gólvið, tí tað er tættari við
til Føroya, sigur Eyðun Mørkøre. Betri eftirlit krevur størri játtan Avbjóðingin hjá TAKS er, at tey fáa ikki raðfest øðrvísi innanhýsis. - Vit kundu gott hugsað okkum at sett fleiri fólk í rúsevniseftirlitið [...] Eyðun Mørkøre hevur roynt at gjørt vart við trupulleikan har. - Eg havi javnan sagt, at TAKS hevur tørv á at styrkja eftirlitið. Bæði í mun til skatt og í mun til toll- og narkoeftirlitið. Men tað hevur ikki
sindur viðhvørt. Eg haldi tó, at vit hava sett okkara fingramerki á núverandi samgongu, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann vísir eisini á, at sambært veljarakanningum stendur flokkurin seg væl, og at undirtøkan [...] 1998 vóru vit niðri á 18 prosentum, og tá var eingin ófriður í flokkinum, greiðir Kaj Leo Johannesen frá. Hann sigur somuleiðis, at hann ikki hevði nakrar ætlanir um at taka orðið á landsnevndarfundinum [...] Tað er væl skiljandi, at Johan vildi taka orðið, og vit hava síðani gjørt av, at vit báðir fáa sjey minuttir á talarastólinum hvør. So er spurningurin, um eg fari at brúka teir sjey minuttirnar, sigur Kaj
árini hava vit tó bygt størri smoltstøðir fyri at fáa størri smolt, og í fjør lá hann um 125 gramm hjá okkum. Við ætla so í framtíðini, at fáa fiskin upp á 500 gramm áðrenn hann fer í sjógv. Fyrimunurin við [...] verður størri áðrenn hann verður sleptur á sjógv, er sambært stjóranum á Bakkafrost tann, at tíðin, ið fiskurin kann verða fongdur av ymiskum smittum, minkar munandi. - Á hendan hátt flyta vit ein part av f [...] ikki, at prísurin á alilaksi skal vaksa fyri tað. - Ætlanin hjá okkum er, at tað skal kosta tað sama hjá okkum at ala fiskin upp til 500 gramm á landi, sum tað er nú, tá hann verður aldur á sjónum, sigur Regin
tí so fáa tey fleiri fyrimunir, sigur hon. - Tað eru eisini nógvir sýrar, ið undrast á, hvussu tað ber til, at hesin flóttafólkastreymurin brádliga hevur tikið ferð á seg, sum um onkur hevur trýst á ein [...] Nú flóttafólk hava staðið á breddanum í tíðindaflutningi síðstu vikurnar, eru føroyingar nokk so ymsir á máli, tá tað kemur til spurningin, um vit eiga at fáa flóttafólk til Føroya ella ikki. - Føroyingar [...] ein knøtt og sagt, at nú skulu vit øll til Europa. Hon vísir á, at tað eru element í hesum, sum vit við vissu ikki ynskja okkum til Føroya, og ISIS hevur áður sagt, at ætlanin er at senda hundraðtúsundtals
eru ímóti fólkaræði og koma ikki higar fyri at gerast europearar, men koma at brúka fólkaræði til at fáa beint fyri júst fólkaræðinum, tí fólkaræði er tað øvugta av Islam. Lipkin harmast um tað Holocaust [...] dripin og neyðtikin, og kristindómurin verður útruddaður í Miðeystri, sigur Avi Lipkin. Hann vísir á, at í Sýrialandi eru tveir partar: Tey, sum halda við forsetanum, Bashar al-Assad, og so tey, sum halda [...] modernað lív, men tú hevur eisini nógvar sýrar, sum eru fanatiskir muslimar, sigur Avi Lipkin. Hann vísir á, at Islamskur Statur sigur sjálvur, at flóttafólkini, sum fara í báti úr Libya til Italia, eru fortropparnir
eru skúlaðir til forskúla; nú ber til at hava innskúling á linju á læraraskúlanum, og tað er at fegnast um. Forskúlarnir, sum nú eru, dúva nógv upp á lesivegleiðarar. Myndugleikarnir áttu beinanvegin at sett [...] meginpartin av tíðini sita niðri og fáa talvundirvísing. - Hetta er ikki rætta myndin av dagsins skúla, og eingin hugsar sær ein slíkan forkúla. Forskúlin eigur at verða grundaður á vitanina innan økið, og har [...] lærarar at taka sær av forskúla, sigur hann. Herálvur Jacobsen dugir ikki at meta um, hvørt vit fara at fáa fleiri forskúlar, nú kunngerðin loksins er komin. - Áhugin er summastaðni størri fyri forskúla enn
síðani, var talið á undirskriftum til áheitanina at fáa forsætisráðharran frá farið uppum 24.000, og tað veksur alsamt. - Tað verður ein tingfundur klokkan trý og ein mótmælisgonga verður á tingvøllinum klokkan [...] kapitalur er í landinum, sterkari virði hevur kursurin. So tað hevur nakað at gera við álit á gjaldoyra og á politisku skipanina. Tá man noktar fólkum at seta pening uttanlands, so er tað minsta, at man [...] hann ikki forsætisráðharri, men tað irriterar fólk, at hann hevur tagt um tað. - Tað er ringt at fáa eyga á tað ólógliga í hesum, tað er í hvørt fall ikki eyðsýnt. Men tað moralska í tí er ringt at verja