Bæði løgreglan og viðgerðarstovnur hava seinastu tíðina lagt merki til, at fleiri rúsevni eru í landinum. Tað er TAKS, sum hevur tolleftirlitið um hendi, og deildarleiðarin í tolleftirlitinum hjá TAKS er ikki í iva um, hví so er. Jens Christian Olsen sigur, at ferðafólkatalið til Føroya er vaksið nógv uppá stutta tíð, men tolleftirlitið hevur somu kreftir at arbeiða við, sum áðrenn stóra vøksturin.
- Ferðafólkatalið um Vága Floghavn er vaksið sera nógv, innflutningurin er eisini vaksin, og tað sama við skipaferðsluni. Alt hetta er vaksið, men játtanin til tolleftirlitið er ikki hækkað. Tá ferðafólkatalið og innflutningurin veksur so nógv, men vit í tolleftirlitinum ikki eru fleiri, so er spurningurin jú, um tað gongur útyvir eftirlitið, sigur Jens Christian Olsen.
Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS, sigur:
- Tollnormeringin er tann sama, sum hon hevur verið í fleiri ár, men samstundis er voluman í arbeiðnum hjá tolleftirlitinum økt munandi, tí fleiri ferðafólk koma til Føroya, sigur Eyðun Mørkøre.
Betri eftirlit krevur størri játtan
Avbjóðingin hjá TAKS er, at tey fáa ikki raðfest øðrvísi innanhýsis.
- Vit kundu gott hugsað okkum at sett fleiri fólk í rúsevniseftirlitið, men vit hava ongastaðni at taka tey frá. Vit kunnu t.d. ikki taka fólk frá skattaeftirlitinum, tí tað er ov lítið frammanundan. Tí røkka vit ikki so langt í dag, sum vit burdu gjørt, sigur Eyðun Mørkøre.
Tað er Fíggjarmálaráðið, sum varar av TAKS og setur karmarnar fyri, hvussu nógv eftirlit mann vil hava í Føroyum. Eyðun Mørkøre hevur roynt at gjørt vart við trupulleikan har.
- Eg havi javnan sagt, at TAKS hevur tørv á at styrkja eftirlitið. Bæði í mun til skatt og í mun til toll- og narkoeftirlitið. Men tað hevur ikki vunnið frama, sigur hann.