- Forskúlakunngerðin er fyrsta formliga stigið at skipað samstarv millum lærarar og námsfrøðingar. Kunngerðin um forskúla er loksins sett í gildi, og tað fegnast Føroya Lærarafelag um.
Tað sigur formaðurin í Føroya Lærarafelag, Herálvur Jacobsen, við heimasíðuna hjá felagnum, nú forskúlakunngerðin er sett í gildið.
Nógv kjak hevur verið um forskúlarnar, millum annað um at forskúlin verður ein skúli, har børnini meginpartin av tíðini sita niðri og fáa talvundirvísing.
- Hetta er ikki rætta myndin av dagsins skúla, og eingin hugsar sær ein slíkan forkúla. Forskúlin eigur at verða grundaður á vitanina innan økið, og har skal m.a. verða rúm og umstøður fyri fríum spæli. Atfinningarnar frá teimum, sum eru ímóti forskúla, eru, at skúladagurin verður ov skipaður, men tey gloyma, at lívið í dagstovni sanniliga eisini er skipað og hevur sínar karmar og avmarkingar, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags.
Forskúlin eigur at vera brúgvin úr dagstovni í skúla, heldur formaður Føroya Lærarafelags.
- Tað ræður bara um at geva forskúlanum rætta innihaldið. Til tað krevst lærarar, sum eru skúlaðir til forskúla; nú ber til at hava innskúling á linju á læraraskúlanum, og tað er at fegnast um. Forskúlarnir, sum nú eru, dúva nógv upp á lesivegleiðarar. Myndugleikarnir áttu beinanvegin at sett eina eftirútbúgving í gongd, sum burturav skúlar lærarar at taka sær av forskúla, sigur hann.
Herálvur Jacobsen dugir ikki at meta um, hvørt vit fara at fáa fleiri forskúlar, nú kunngerðin loksins er komin.
- Áhugin er summastaðni størri fyri forskúla enn aðrastaðni, men hjá nógvum kommunum verður tað ivaleyst ein fíggjarligur spurningur, hvørt tey kunnu seta forskúla á stovn.