Tað kom eitt sindur óvart á Kaj Leo Johannesen, at Johan Dahl valdi at bjóða honum av um formanssessin í Sambandsflokkinum.
- Vit høvdu landsnevndarfund fyri fáum døgum síðani. Tá merkti eg einki til nakað tílíkt, og vit tosaðu um nógv onnur viðurskifti, so sum 100 ára haldið hjá flokkinum seinni í ár, sigur Kaj Leo Johannesen.
Hevur verið alt ov nógv órógv
Formaðurin í Sambandsflokkinum sigur, at hann veit ikki, hvat Johan Dahl ætlar.
- Eg veit ikki, um Johan er ónøgdur við meg, ella um hann heldur, at eg geri tað gott, men at hann kann gera tað betur. Fjølmiðlarnir gera tað til eitt stríðsval, og tað haldi eg er at gera dekan ov nógv av. Eg síggi tað ístaðin sum, at landsfundurin fær tvey valevni at velja ímillum. Í mínari verð snýr tað seg ikki um persónar í politikki. Tað ræður um at tæna flokkinum og sambandshugsjónina. Hesi seinastu árini hevur tað verið alt ov nógv órógv í flokkinum orsaka av einstaklingum, og tað tænir ongum, sigur Kaj Leo Johannesen.
Tí heldur formaðurin í Sambandsflokkinum, at tað ræður um at hava stabilitet í flokkinum.
- Nú havi eg sitið sum formaður í tvey ár higartil, og eg kenni tað sum um, at eg eri ikki meiri enn komin í gongd. Tað er ikki fyrr enn nú, at eg av álvara eri komin at kenna mín leiklut sum flokksformaður, sigur sambandsformaðurin.
Neyðugt at geva seg eitt sindur viðhvørt
Kaj Leo Johannesen heldur, at Sambandsflokkurin er rættuliga væl fyri í løtuni.
- Fyrr var klokkurin var øgiliga kantutur fyrr og var tí ofta í andstøðu. Fyri at verða í samgongu noyðist tú at geva eitt sindur viðhvørt. Eg haldi tó, at vit hava sett okkara fingramerki á núverandi samgongu, sigur Kaj Leo Johannesen.
Hann vísir eisini á, at sambært veljarakanningum stendur flokkurin seg væl, og at undirtøkan fyri flokkinum hevur verið væl lægri, enn hon er í løtuni.
- Vit liggja um tey 24 prosentini í løtuni, men í 1998 vóru vit niðri á 18 prosentum, og tá var eingin ófriður í flokkinum, greiðir Kaj Leo Johannesen frá.
Hann sigur somuleiðis, at hann ikki hevði nakrar ætlanir um at taka orðið á landsnevndarfundinum, men Johan Dahl vildi fegin siga nøkur orð.
- Tað er væl skiljandi, at Johan vildi taka orðið, og vit hava síðani gjørt av, at vit báðir fáa sjey minuttir á talarastólinum hvør. So er spurningurin, um eg fari at brúka teir sjey minuttirnar, sigur Kaj Leo Johannesen.
Sambandsformaðurin sigur, at tapir hann valið í annaðkvøld, so metir hann tað ikki sum ein beinleiðis persónligan ósigur.