- Flyta part av framleiðsluni upp á land

Føroyski alirisin Bakkafrost boðaði í morgun norska keypskálanum frá, at fyritøkan fer undir at byggja eina nýggja smoltstøð fyri 650 milliónir krónur, ið eini ætlan at økja um støddina á smoltinum, áðrenn tað verður latið í ringarnar.


Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, upplýsir fyri in.fo, at talan er um at nærum fimmfaldað støddina á fiskinum, áðrenn hann fer í sjógv.


- Fyrr hevur tað verið soleiðis, at fiskurin hevur verið um 70-100 gramm áðrenn hann fór í sjógv. Síðstu árini hava vit tó bygt størri smoltstøðir fyri at fáa størri smolt, og í fjør lá hann um 125 gramm hjá okkum. Við ætla so í framtíðini, at fáa fiskin upp á 500 gramm áðrenn hann fer í sjógv.


Fyrimunurin við at fiskurin verður størri áðrenn hann verður sleptur á sjógv, er sambært stjóranum á Bakkafrost tann, at tíðin, ið fiskurin kann verða fongdur av ymiskum smittum, minkar munandi.


- Á hendan hátt flyta vit ein part av framleiðsluni av sjónum og upp á land. Vanliga hevur ein laksur verið umleið 18 mánaðir á sjónum áðrenn hann veksur til fulla stødd, men við hesi íløguni kann tíðin styttast til 12 mánaðir. Tað vil siga, at vandin fyri lús, bakterium og aðrari smittu minkar munandi, tí tíðin laksurin er á sjónum styttist við einum triðingi. Tí koma vit eisini at brúka munandi minni av avlúsingarevnum og líknandi.


Hóast sjálv framleiðslan av einum alilaksi soleiðis verður munandi broytt, so er ætlanin ikki, at prísurin á alilaksi skal vaksa fyri tað.


- Ætlanin hjá okkum er, at tað skal kosta tað sama hjá okkum at ala fiskin upp til 500 gramm á landi, sum tað er nú, tá hann verður aldur á sjónum, sigur Regin Jacobsen.