mína leita tankarnir so ómetaliga nógv til eitt menniskja, sum er farið og har saknurin er sera stórur hjá teimum, ið mistu, og hjá okkum øllum, ið vóru so góð við Súsannu, men Guðs vegir koma vit ongantíð [...] várið kagar upp um garin ? gleðir seg til blómublað sum úr moldini spretta glað. Ungdómslív er eins og blóma á mangt vakurt er at hóma. Súsanna hon frøddi seg yvir lívsins gylta eg. Vinkonur vit góðar vóru [...] henda løta sorgartám um bygdarlag mong ein hondin stillan bað. Tit, ið eftir syrgin sita. Maður, børn og onnur vita at ein dag er endað stríð, vit sum mangan spyrja hví. Aftan hválvið er ein staður, har Guds
samkenslu við Margrét, dötrunum Karinu, Guðrun og Thildu og öðrum í familjuni. Tey hava mist mest, men øll í Suðuroy syrgja henda góða mann. Ærað verði minnið um Hans í Líðini og Guds signing. [...] Vági, ið er millum teir bestu á Norðurlondunum og varð bygdur fyri ein triðjapart av kostnaðarmetingini vegna sjálvboðið arbeiði og tilskotum frá fólki og fyritøkum. Lionsmenn í Suðuroy kenna væl hvussu [...] í Líðini var sum ein klettur í havinum, legði seg út í at byggja og skapa. Aftaná at hava arbeitt sum skipsførari í Föroyum, Grønlandi og Kanada, har flestir sjómenn komu at kenna hann, fór hann í gongd
aftur hinumegin ringvegin. Mínir tankar og kenslur leita í hesi tíð til tykkara, sum varða av Róa. Regin, Solveig, Jóannes, Uni. Guðrun, Rasmus og Janus. Omman, abbin og pápabeiggjarnir í Kongsgili. Vit øll [...] ein tíma eftir, at Rói var jarðaður. Hugur og kenslur mínar leita til son hennara, Gest, og dóttrina, Rók, sum Rói eisini var so góður við. Eftir situr familjan og serliga beiggin, Jóannes, sum eg beri mína [...] fótbóltsnillingurin og eg saman við nógvum øðrum góðum fólkum niður til Álborgar at lesa. Tá fekk eg veruliga eyguni upp fyri, at Rói var so ómetaliga nógv annað - og meiri - enn hond- og fótbóltssnillingur
í móðurætt, hevði yrkt sangin til Olaf og Annu, ommu og abba tín, á silvurbrúdleypsdegi teirra. Vit sóu, at sangurin nam við kenslur tínar og í síðsta ørindi og niðurlag sang tú við: Treystur tí skoða [...] t hann tær fylgir, gevur tær hvíld og frið Verðin er myrk og ótrygg – ræðist hvønn nýggjan dag men tann sál, sum er frelst kann hvíla, trygg og glað Undurfult og stórt er navnið Jesus fagrari enn nakað [...] til Hann, nú og gjøgnum allar ævirnar Hetta dýra navnið trygt meg leiðir, gjøgnum storm og myrkur, dag um dag Inntil Hans særda hond meg førir inn í Zions stað Harrin styrki tykkum, Guðrun og Súsanna við
nærverandi og sita niðri og práta við okkum døturnar, so gekk mamma og stákaðist, vaskaði og gjørdu máltíðirnar. Og eg helt, at hon átti at verið meira sum tú. Átti at siti meira í sofuni og práta um alt [...] deyðan og í staðin spyrja hvat geri eg við tað, sum eg veruliga fái gjørt nakað við. Eg veit, at tú og mamma ynskja fyri meg og Guðrun, at vit í øllum lutum royna at varðveita okkara integritet og okkara [...] er so altumfevnandi og altavgerandi í teirri stóru myndini, sum tú tá sært”. Tín gudstrúgv var títt akker og tín barlast, og mangan vóru tað orð frá skriftini, tú eisini gav mær og Guðruni í gerandisdegnum
kom og vakti meg, fyri at geva mær drekka uppá songina, og hvussu tú altíð gav tær tíð at spæla ymisk spøl við okkum. Tú kundi sita í fleiri tímar og ikki var tað altíð so lætt hjá tær, tí eg og Adelaid [...] tú var so tolin við børn og tað sást eisini, tá ið tú koyrdi lastbil og gravmaskinu. Tú var ongantíð einsamallur, tí tað sat altíð okkurt barn í hjá tær, meðan tú arbeiddi. Og minnist eg, at børn komu [...] Eiler og Jón, tá gekk upp fyri mær, at tað mátti vera satt. Góði babba, eg minnist, tá ið vit vóru børn, tá tók tú okkum við tær til Klaksvíkar, har tú lærdi okkum at svimja. Tú hevði so gott tol og dugdi
Í stilluviku andaðust omma og abbi í Havn, bert tímar ímillum. Bæði vóru tit gomul og mett av døgum. Tykkum báðum untist nógv ár saman, til stóra gleði fyri okkum ommubørn og ikki minst øll langommubørini [...] verið saman við tær og mammu. Omma, 90 ára gomlu var tú, saman við døtrum tínum í Mykinesi og málaði vindeyguni í Gomlu Løvu. Eisini tínar sermerktu smákøkur sum vóru so lítlar og ikki minst penar, hava [...] bæði verið røsk og frísk til tað seinasta. Nógv er at minnast afturá, síggi teg fyri mær omma! Renna upp trappurnar sum ein unglingi. Hugsi eisini um øll Olsen kortspølini vit hava sitið og spælt, altíð komst
nógv hjá tær og ommu og eg elskaði tað, altíð trygt og gott. Eg og beiggi eru so jøvn í aldri, at hann næstan er sum mín stóribeiggi. Altíð slapp eg at vera við í øllum rokanum hjá tykkum og tað goymi eg [...] verið noydd at skava útyvir genturoksið av mær og Guðrun, á denn sminka, klæðir, sangur, dansur og látur av okkum hevur verið, men vit vóru altíð vælkomnar og eg minnist einki til, at tit nakrantíð hava [...] at øll kunnu altso ikki bíða í ævir at fáa sær børn. Tú og omma hava altíð verið so góð við okkum ommu- og abbabørn og so eisini langommu- og abbabørnini tá tey komu. Øll elska at koma á gátt hjá tykkum
jólabýnum til jóla. Ja, hvør veit? Góðu Albert, Ninna, Annika, Guðrun og øll avvarðandi. Má Harrin styrkja tykkum í tykkara stóru sorg, og hjálpa tykkum at koma víðari í lívinum. Góði Tróndur, takk fyri [...] svarið er ja. Góði Tróndur, tú vart ein sera fittur og hjálpsamur drongur, altíð klárur, um ein heitti á teg. Framúr kreativur vart tú í tínum arbeiði, og nú tú vart útlærdur, hevði tú nógvar ætlanir. Tað [...] Tað, at vit á okkara arbeiðsplássi sita og skriva minningarorð um ein arbeiðsfelaga, er ógvuliga tungt. At lívstráðurin hjá einum menniskja í sínum besta aldri, í sínum fagrasta blóma, bara verður avkvettur
Maria, Guðrun og eg. Heima hjá Hilmu og Meinhard á Gulldrangi, hjá Sannu og Valdemar Djurhuus, hjá Marthu og Sigurd Simonsen, heima hjá Guðrun og hjá okkum. Allar mammurnar vóru heimagangandi og hugnaðu [...] men fyrst fóru Esther, Randi og Guðrun á húsarhaldsskúla í Århus. Í Havn hitti Guðrun ein drong, hon bleiv góð við. Tey gingu saman, og alt sá gott út. Guðrun bleiv við barn, og 21 ára gomul átti hon dóttrina [...] serligt. Har búðu Hans bóndi og Christian bóndi við øllum teirra úthúsum, fjósum, hoyggjhúsum, kjøthjallum, dunnu- og høsnarhúsum og køstum. Og so øll hin, sum eisini høvdu seyð og annan fena. Ein sannur meldur