Tá ein setist at skriva nakrar reglur niður á blað um vinkonu mína leita tankarnir so ómetaliga nógv til eitt menniskja, sum er farið og har saknurin er sera stórur hjá teimum, ið mistu, og hjá okkum øllum, ið vóru so góð við Súsannu, men Guðs vegir koma vit ongantíð at skilja.
Lag: Ongantíð er frá mær vaði
Vetur við at vera farin
várið kagar upp um garin
? gleðir seg til blómublað
sum úr moldini spretta glað.
Ungdómslív er eins og blóma
á mangt vakurt er at hóma.
Súsanna hon frøddi seg
yvir lívsins gylta eg.
Vinkonur vit góðar vóru
fyri mær hon alt segði
»Sandafløttur« okkar rás
hildu ? alt gekk upp á stás.
Mamman hon var hennar besta
nú mong minni góð tey bresta.
Øllum sínum livdi nær
mong góð løtan inni har.
Kærleikslongsul fekk takið
Bjarki bleiv tín besti maki!
Fýra børn har runnu glað,
alt so sorgarleyst til ein dag.
Tíni børn tú vildi læra
sunnudagsskúla altíð fara,
sjálv so »trúføst« sæst tú har
still tú livdi Gudi nær.
Ei vit skilja Harrans vegir
tað er sum at Gud hann tegir
tá hann tekur síni heim
burt úr heimsins gleði gleim.
Mangan sáran saknin møta
soleiðis var henda løta
sorgartám um bygdarlag
mong ein hondin stillan bað.
Tit, ið eftir syrgin sita.
Maður, børn og onnur vita
at ein dag er endað stríð,
vit sum mangan spyrja hví.
Aftan hválvið er ein staður,
har Guds flokkur syngur glaður,
tey við pálmagrein í hond
bíða øll á lívsins strond.
Æra veri minnið um teg góða Súsanna
Vinkona tín Guðrun










