Góði babba. Í dag fylgdi eg tær til gravar. Á veg til kirkjugarðin gekk líkfylgið framvið tínum húsum. Húsunum sum tú sjálvur bygdi sum karm um tína familju. Nú er tað tómt. Nú er tað stilt. Nú er tann søgan liðug.
Tað er ikki sørt at saknurin eftir mammu gerst tvífalt so sterkur nú, tá vit mistu teg eisini.
Tá eg var ung og aldrin hevði roynt at missa, og kenslurnar vóru so sterkar, tá kundi eg stúra fyri tí degi, tá eg skuldi missa teg, mín sálarvin. Tá kundi eg ikki ímynda mær hvussu eg skuldi yvirliva tað. Men hevði tann blaðunga Súsanna sloppið at eygleitt ta 34 ára gomlu Súsannu, sum fylgdi tær til gravar í dag, so hevði hon stórliga undrast. Tí tá líkfylgið gekk frá kapellinum framvið Bryggjubakka, og eg hugdi upp í vindeygað á Fiskimannafelagnum, har tú so trúfastur hevur sitið øll tey 34 árini eg havi livað, so kom ein sjóðandi heit kensla av takksemi og stillum friði upp í mær. Eg mátti bara teskað aftur og aftur: “takk babba”.
Nú var tú ein rættiliga reellur maður. Einaferð, tá eg og tú vóru til eina jarðarferð saman, málaði talarin eina púra órealistiska, ljósareyða mynd av lívinum hjá manninum, ið var deyður. Tá teskaði tú til mín við einum skálkabrosi: “Vælsignaða lova mær, at tá eg doyggi, so mugu tit siga, at mangan gingu bylgjurnar høgt í lívinum hjá Olafi”.
Tí tað gjørdu tær. Í 1990 fór tú á Velbastað og bleiv turrlagdur. Árini eftir hetta mentist okkara tilknýti og gjørdist serstakliga dýrabart. Tá eg sum tannáringur kom heim seint um kvøldarnar, sat tú mangan uppi. Eg spurdi hvat tú gjørdi uppi, og tú segði: Eg havi so góðan sálarfrið um kvøldarnar í einsemi, og eg vil ikki fara í song og missa tað. So prátaðu vit leingi um ymiskt. Mangan um trúgv ella um bøkurnar tú ella eg vóru í holt við. Tað var so hugnaligt, trygt og gevandi. Takk fyri tað.
Tað er mangan soleiðis, at mann ikki skilir nøkur ting, fyrr enn mann hevur mist tey. Tá eg var tannáringur hugsaði eg ofta um, at meðan tú megnaði so væl at vera nærverandi og sita niðri og práta við okkum døturnar, so gekk mamma og stákaðist, vaskaði og gjørdu máltíðirnar. Og eg helt, at hon átti at verið meira sum tú. Átti at siti meira í sofuni og práta um alt og einki.
Ikki fyrr enn seinni, tá eg sjálv fekk eitt heim at taka mær av og børn at ansa, skilti eg, hvat fyri megnararbeiði mamma hevði gjørt hvønn einasta dag, so lívið hjá mær, Guðruni og tær skuldi vera lætt og gott. So vit øll skuldu sleppa at siti niðri og njóta løtuna. Tá fór eg at hugsa, at tú átti at verið meira sum mamma.
Nústani nú, tá tit bæði eru farin, skilji eg, at tað var júst soleiðis, sum tað skuldi vera. Tí tað var júst soleiðis, tit hvør sær vóru. Tit komplimenteraðu hvørt annað so væl, hvør sær við tykkara ymisku eginleikum. Líka til tað síðsta tá mamma doyði í 2004 og deyðin skilti tykkum sundur. Takk fyri tað.
Hóast eg skal liva restina av mínum lívi uttan teg, so hjálpir tað mær so væl, at eg kendi teg so øgiliga væl. Tí undir øllum teimum avbjóðingum, ið eg havi fyri framman, fari eg altíð at kunna ímynda mær, hvat tú hevði sagt við meg um støðuna.
Tú elskaði at geva mær góður bøkur at lesa, og vakrar yrkingar at njóta. Og tú komst altíð við smáum viðmerkingum til mín, sum eg ikki bara kundi ignorera. Sum t.d. tá eg var tannáringur og speglaði mær nógv áðrenn eg fór út, so segði tú: ”hevur tú nú minst til at spegla og fríðka um títt innara menniskja, tí tað er rættiliga nógv týdningarmeiri”.
Ella tá eg fór einsamøll til Kalifornia at búgva sum 17 ára gomul, og tú segði: “ver góð Súsanna, tí so fært tú góðar vinir, lívið er veruliga so einfalt”.
Ella tá eg var ung og stríddist við onkra konflikt ella var stúrin fyri einari próvtøku, so segði tú brosandi, “hoyr góða, tak nøkur veingjasløg upp frá, innstilla kikarin so tú sært tað stóra perspektivið, og spyr so teg sjálva, um hatta veruliga er so altumfevnandi og altavgerandi í teirri stóru myndini, sum tú tá sært”.
Tín gudstrúgv var títt akker og tín barlast, og mangan vóru tað orð frá skriftini, tú eisini gav mær og Guðruni í gerandisdegnum. - Ella frá “honum sjálvum - snikkaranum úr Nazaret” sum tú óhátíðarliga yndaði at kalla Jesus.
Tað vart tú altíð. Óhátíðarligur. Eisini tá tú hesar síðstu vikurnar lá til tað síðsta, og tú visti tú skuldi doyggja, vart tú forloysandi ironiserandi og skemtaði. Soleiðis prikaði tú hol á, so tann sorgtunga luftin fór úr okkum, sum passaðu teg á deyðastrá, og vit í staðin grinu í kíki at tær. Soleiðis hjálpti tú okkum gjøgnum hesar dagarnar, tá deyðin var komin á gátt. Takk fyri tað.
Tú var sera stuttligur og eisini ungdómmiligur á onkran hátt. Tú var tann einasti 63 ára gamli maðurin, eg kendi, ið var ajour við nýggjastu MTV hittini, og kundi finna uppá at tríva í eitt Lady Gaga lag ella taka eitt spontant Michael Jackson moonwalk bara fyri at fáa meg at flenna. Ikki so elegant – men øgiliga komiskt! Takk fyri tað.
Tú livdi eftir bønini, ið verður so nógv nýtt í A.A. “Gud gev mær sálarfrið at góðtaka tað, ið eg ikki kann broyta. Mót til at broyta tað ið eg kann, og vísdóm til at kenna munin”. Eisini av hesum fari eg altíð at vita, hvat tú framyvir fer at siga um tær støður eg fari at koma í. Og eg veit, at tú í verandi støðu sigur við meg, at eg má fáa sálarfrið til at góðtaka deyðan og í staðin spyrja hvat geri eg við tað, sum eg veruliga fái gjørt nakað við.
Eg veit, at tú og mamma ynskja fyri meg og Guðrun, at vit í øllum lutum royna at varðveita okkara integritet og okkara hjarta. Tí úr tí gongur lívið út, sum Orðtøkini siga. Takk fyri tað.
Eg fari at enda við einari yrking hjá W. H. Auden sum lýsir væl hvussu eg og Guðrun kunnu kenna tað. Og sum eg eisini veit, tú hevði elskað.
“Funeral Blues”
Stop all the clocks, cut off the telephone,
Prevent the dog from barking with a juicy bone,
Silence the pianos and with muffled drum
Bring out the coffin, let the mourners come.
Let aeroplanes circle moaning overhead
Scribbling on the sky the message He Is Dead,
Put crepe bows round the white necks of the public doves,
Let the traffic policemen wear black cotton gloves.
He was my North, my South, my East and West,
My working week and my Sunday rest,
My noon, my midnight, my talk, my song;
I thought that love would last for ever: I was wrong.
The stars are not wanted now: put out every one;
Pack up the moon and dismantle the sun;
Pour away the ocean and sweep up the wood.
For nothing now can ever come to any good.
Takk fyri alt.
---------------
Súsanna Olafsdóttir Skaale