Í stilluviku andaðust omma og abbi í Havn, bert tímar ímillum. Bæði vóru tit gomul og mett av døgum.
Tykkum báðum untist nógv ár saman, til stóra gleði fyri okkum ommubørn og ikki minst øll langommubørini. Tit hava verið so sjáldsom, ríka okkara lív í so nógvar mátar. Hóast høgan aldur hava tit bæði verið røsk og frísk til tað seinasta.
Nógv er at minnast afturá, síggi teg fyri mær omma! Renna upp trappurnar sum ein unglingi. Hugsi eisini um øll Olsen kortspølini vit hava sitið og spælt, altíð komst tú við glaskrukkuni fulla av bommum tá vit stukku inn á gólvið.
Sodavatnsfløskurnar undir trappuni, túrarnar út á Tjørnunes. Í Danmark havi eg eisini verið saman við tær og mammu.
Omma, 90 ára gomlu var tú, saman við døtrum tínum í Mykinesi og málaði vindeyguni í Gomlu Løvu.
Eisini tínar sermerktu smákøkur sum vóru so lítlar og ikki minst penar, hava verið til nógvar føðingardagar. Mangt handaligt prýði hevur omma eisini gjørt.
Omma og abbi allir jóladøgurðarnar har tit hava samlað alla familjuna eru ógloymandi løtur, sum eru festar í minnið.
Tykkum dámdi ikki at nakað hóvasták bleiv gjørt burturúr, ongin skuldi hava stríð av tykkum. Abbi góði, vit hava mangan flent eftir tá tú og omma fóru á pylsuvogn í Leirvík tá tú fylti runt. Tað ljóðar løgi, men soleiðis vóru tit bara.
At vit skuldu missa tykkum bæði sama dag, er stór sorg. Men tað kennist so fjálgt at tit fylgjast heim til harran. Ja fáur vóru sum tit.
Takk góðu omma og abbi
Guðrun