B68 noyddist at spæla í 2. deild farna kappingarár, gjørdi Arnbjørn Danielsen, sum tá spældi í B36, av, at hann skuldi hjálpa barndómsfelagnum upp aftur í fremstu deildina. Hann fór tí aftur í reyðu blusuna [...] er fólkið hjá okkum ov gott, heldur Arnbjørn Danielsen. Hinvegin heldur B68-liðskiparin, at teir á Toftum eru ógvuliga viðbreknir fyri bæði skaðum og leikbannum. - Um allir mans eru tøkir, hava vit eitt [...] nógv, um vit fáa nakrar skaðar og nøkur leikbann, tí hópurin er smalur. Ein rættuliga stórur partur av eykaspælarunum eru blaðungir og ógvuliga feskir, og teir eru mest at rokna sum lærlingar, sigur Arnbjørn
Í 2024 vórðu staðfestir 187 tilburðir av klamydia av 1.979 kannaðum. Hetta samsvarar við 9,45 %. Síðani 2014 hava smittutilburðirnir ligið millum 142 og 261, ella í miðal 197 tilburðir um árið. So talið [...] sjúkutekin, men tey kunnu kortini smitta onnur. Klamydia kann hava við sær sviða, tá tú letur vatnið, flot og pínu í undirlívinum. Óviðgjørt klamydia kann elva til ófruktbæri (infertilitet) og bruna í undirlívinum
fiskarar úr svenska býnum, Lyskil, sum í gjár vóru farnir á flot at fiska krabba, blivu brádliga umringaðir av bóghvítuhvalum, tá ikki færri enn 10 av hesum stóru hvalum svumu fram við bátinum. Teir tóktur [...] nortið við fleiri av teimum, sigur annar av fiskimonnunum, Henrik Wennerberg, við lokalblaðið Bohuslänningen. Bóghvítuhvalirnir svumu saman við bátinum í eina góða løtu, og fleiri av hvalunum vóru næstan
skemtileikur, og tað var sera flott spæl børnini sýndu, tí hetta slagi av sjónleiki er sera svert at spæla. Børnini vóru bæði stuttlig, álvarsom og argandi, og tað var ferð á leikinum. Av tí at hetta var síðsta [...] høvdu arbeitt saman við hesi nýmótans útgávu av "Snjóhvítu". Framførslurnar eyðnaðust sera væl, børnini vóru so leikandi løtt og glað, hóast eitt sindur av nervum, so kláraðu tey uppgávuna strálandi, og [...] um morð" á Meiarínum og Fuglafjarðar skúli " Jørðina runt í 80 dagar" á Meiarínum. Sjálv sá eg fýra av leikunum, tveir á Meiarínum og vóru teir "Snjóhvíta" og "Ikki eitt orð um morð", sum børn frá Dram
Fleiri av ummælarunum spyrja um tað ikki er nærum devulsk hugmóð at fara undir pallsetan av hesum verki, sum er tiltikið torført at fáa takið á. Í sama andadrátti floyma teirra ummæli yvir av lovorðum [...] Johannessen, sum enn einaferð prógvar, hví hann er ein av allarbestu pall leikarum í landinum. Hann megnar flott at samskifta frustratiónina hjá Faust og tap av meining, og yvirgongdina frá tí tóma vísindamanninum [...] Johannessen í leiklutinum sum Dr. Faust. Ein vísindamaður, sum í byrjaninni av leikinum, er á markinum til at taka lívið av sær. Hugtungur starur hann at fløskuni við brúna eitirnum, tá ið Mefisto, devilin
eg illa annað enn at seta meg við einum ummæli av seinasta skotinum hjá Konni og teimum. Ummælti Haphe á sinni, men her hava vit eina heilt aðra síðu av tónleikaligu gávuni, sum fær meg at gleðast og njóta [...] meira popputa síðu, men kortini er har okkurt av Haphe, sum fær meg at hugsa Konni. Kann ikki lata vera við at nevna saxofonina, sum onkursvegna er blivin eitt av vørumerkjunum hjá Konni, sum bara hoyrir heima [...] sera væl hava fingið upp í eina hægri eind. Onkuntíð kann ein fáa eina kenslu av perfektionismu, sum onkuntíð kann taka okkurt av tí persónliga, men fyri ein sum vil lurta eftir øllum ymsu effektunum og øðrum
orkumiklum, ungum óndskapi. Tað er flott. Hetta er fyrsti leikur, sum Tjóðpallur Føroya setir upp síðan Harald Thompson Rosenstrøm bleiv stjóri og leikstjórin er ein av hansara kontaktum, ukrainski Orest [...] lógvabrestum. Vit taka undir og klappa við lít, men myrkrið eltir meg kortini út í garderobuna, har ljóðið av einum jakkatræi, sum dettur á gólv, fær meg at hvøkka við. Eg eri ikki einsamøll um hesa kenslu, sum [...] Orest Pastukh. Ein góð byrjan og eg gleði meg til framhaldið og at síggja enn fleiri av okkara framúr góðu sjónleikarum framføra á okkara tjóðpalli, skrivar Kinna Poulsen m. a. í ummæli sínum á listaportalinum
pallinum. Her vóru fleiri, sum spældu framúr væl. Tú fært eina frálíka mynd av tí listinlærda Fagin, av unga og fríska Skálki, av tí ráðaríka Harra Bumle og tí forfjónaðu Frú Corney, sum í leiki og sangi [...] undirhildin av góðum og vælspældum sjónleiki. Og tær nýtist hvørki at vera leikstjóri ella listfrøðingur fyri at koma til ta niðurstøðu, at leikurin um gøtudrongin, Oliver Twist, hevur fingið nakað av tí besta [...] og harafturat at finna tónan í tí fína heiminum hjá Mr. Brownlow. Tað var flott. Men stóra stjørnan mundi vera Nancy, spæld av Elsu Mariu Magusardóttir Olsen, sum var ein serlig uppliving fyri áskoðararnar
, sum bera merki av, at hon er kvinna. Tað er nevniliga munur á uppgávunum hjá mannligum og kvinnuligum advokatum. Í høvuðsheitum hava kvinnurnar familjumál, sum ikki kasta so nógv av sær og mennirnir [...] mennirnir vinnumál, sum kasta av sær. Við sínum drúgvu royndum sum forkvinna í Javnstøðunevndini og ein av stigtakarunum til Kvinnuhúsið, er Turið ikki ?hvem som helst?. Hon er beinrakin, erlig og djørv, og vísti [...] Hetta er boðskapurin, sum stendur eftir á mínum innara skermi, nú ráðstevnan um kvinnur sum leiðarar er av. Hetta eru góð ráð og ivaleyst lykilin til leiðarakarrieruna hjá flestøllum fólkum. Men tað er ikki
ikki passa til innihaldið. Á síðu 10 er ein flott mynd av kirsuberum sum inngangur til petti um suppur, men tað eru ongi kirsuber í suppunum.Á síðu 34 er mynd av grønum bønum til petti um døgurðarættir, men [...] kemur ikki bert av heilsuávum, men eisini av okkara smakki og okkara mentunarliga reglum fyri, hvussu tú vanliga samansetur eina máltíð. Hesar vanar fáa vit bygdar inn í okkum frá barni av, men ongin ivi [...] eru 107 ymiskar uppskriftir. Til hvørja uppskrift er útroking av føðsluvirðunum protein, feitt og kolvætu og hvussu nógv orka er í 100 g av lidnu uppskrifti, bæði í kJ og i Kcal. Býti ímillum uppskriftirnar