Tveir fiskarar úr svenska býnum, Lyskil, sum í gjár vóru farnir á flot at fiska krabba, blivu brádliga umringaðir av bóghvítuhvalum, tá ikki færri enn 10 av hesum stóru hvalum svumu fram við bátinum.
Teir tóktur púra óræddir og sóu ikki út til at geva sær stórvegis far um okkum. Hevði eg lagt í, kundi eg saktans nortið við fleiri av teimum, sigur annar av fiskimonnunum, Henrik Wennerberg, við lokalblaðið Bohuslänningen.
Bóghvítuhvalirnir svumu saman við bátinum í eina góða løtu, og fleiri av hvalunum vóru næstan líka langir sum tann 12 metrar langi báturin.
Eg havi fiskað krabba í eini 20 ár, men ongantíð havi eg upplivað nakað, sum líkist hesum. Teir góvu sær góðar stundir, tí teir ótu makrel, haldi eg, sigur Henrik Wennerberg.










