Leygardagin 17. mai skipaði MáF fyri Barna-sjónleikarstevnu í Havn. Stevnan var sett um morgunin, og var tað Hilmar Joensen formaður í MáF sum setti stevnuna. Hetta var í Sjónleikarhúsinum og øll børn og vaksin sum luttóku vóru tilstaðar. Umframt 12 bólkar úr Føroyum var eisini ein bólkur frá Hetlandi komin til stevnuna.
Leikt var á trimum støðum í býnum. Í Sjónleikarhúsinum, á Meiarínum og í Grasagarði.
Veðrið var gott, og útileikirnir eyðnaðust sera væl. Ikki bar til at hyggja at øllum leikunum, summir vóru spældir samstundis í ymsum støðum. Kommunuskúlin í Havn framførdi "At tora" á Meiarínum, Kvívíkar skúli "At sita á Kjørbreyt" í Grasagarði, Sjónleikarhúsið "Hjálp", "Skógvarnir", "Tryms kvæði" og "Skipið Útsyningur" í Sjónleikarhúsinum, Scalloway skúli "Caged Dreams" í Sjónleikarhúsinum, Stranda skúli " Øskufía" í Grasagarði, Nólsoyar skúli "Risans klóta" í Grasagarði, Eysturskúlin "Eg átti mær eina húgvu" í Grasagarði og Dramaverkstaðið "Snjóhvíta" og " Ikki eitt orð um morð" á Meiarínum og Fuglafjarðar skúli " Jørðina runt í 80 dagar" á Meiarínum.
Sjálv sá eg fýra av leikunum, tveir á Meiarínum og vóru teir "Snjóhvíta" og "Ikki eitt orð um morð", sum børn frá Dramaverkstaðnum í Havn framførdu og tveir í Grasagarðið og tað vóru "Eg átti mær eina húgvu" sum børn út Eysturskúlanum framførdu og "Risans klóta" sum børn úr Nólsoyar skúla framførdu.
Um leikin ?Risans klóta", í grasagarði
"Risans klóta" var fyrsti útileikur hendan dagin, tað var illsligt veður beint tá, vindur og kalt, men har var kortini fitt av folki komi at hyggja at leikinum. 10 børn úr Nólsoyar skúla framførdu søgnina. Útileikir kunnu vera torførir at spæla, tí oftast hoyrist illa hvat leikarirnir siga, men hesi børnini kláraðu væl at tosa nóg hart. Framførðslan var sera væleyðna og skemtiligt spæld.
Um leikin "Snjóhvíta", á Meiarínum
22 børn frá Dramaverkstaðnum í Havn høvdu arbeitt saman við hesi nýmótans útgávu av "Snjóhvítu".
Framførslurnar eyðnaðust sera væl, børnini vóru so leikandi løtt og glað, hóast eitt sindur av nervum, so kláraðu tey uppgávuna strálandi, og leikurin gekk sum smurt og var sera stuttligur eisini.
Um ?Eg átti mær eina húgvu", í Grasagarði
Í allarfagrasta veðrið framførdu 22 børn úr Eysturskúlanum "Eg átti mær eina húgvu". Hetta var gjørt sum sangleikur, og betri hevði verið um tað vóru sangarar á pallinum sum høvdu sungið, tí áskoðarnir hoydu ikki sangin nóg væl. Hetta sá út til at ørkymla børnini á pallinum nakað, men tey kláraðu at framføra í øllum góðum. Stuttligt at síggja skjaldur framført soleiðis.
Um leikin ?Ikki eitt orð um morð", á Meiarínum
11 børn frá Dramaverkstaðnum í Havn høvdu arbeitt við hesum leiki.
Ikki eitt orð um morð er ein krimi og skemtileikur, og tað var sera flott spæl børnini sýndu, tí hetta slagi av sjónleiki er sera svert at spæla. Børnini vóru bæði stuttlig, álvarsom og argandi, og tað var ferð á leikinum. Av tí at hetta var síðsta sýning á Barnasjónleikarstevnuni, vóru tað sera nógv fólk og hugdu - ja fólk sótu og stóðu allastaðnar, og hetta var sjálvandi eitt sindur ræðandi fyri leikararnar, summi av teimum høvdu ongantíð roynt seg á palli fyrr, men hóast nervar so kláraðu tey at halda tráðin og framførdu leikin frálíkt .
Hetta at hava Barnasjónleikarastevnur er sera gott og stuttligt tiltak. Síðan 2000 hava tað verið stevnur hvørt ár, men framyvir vera stevnurnar annaðhvørt ár, so tann næsta verður í 2005. Vónandi vera tað eins nógvir bólkar við næstu fer um ikki fleiri. Ein ógloymandi dagur og takk fyri tit sum skipaðu fyri í MáF !
ES