Umráðandi við góðari byrjan

Liðskiparin og stýrimaðurin í verjuni hjá B68, Arnbjørn Danielsen, er sannførdur um, at toftamenn verða ikki millum liðini, ið fara at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting

Tá ið tað gjørdist greitt, at B68 noyddist at spæla í 2. deild farna kappingarár, gjørdi Arnbjørn Danielsen, sum tá spældi í B36, av, at hann skuldi hjálpa barndómsfelagnum upp aftur í fremstu deildina. Hann fór tí aftur í reyðu blusuna hjá toftamonnum, og samstundis bleiv hann valdur til liðformann hjá B68. Við Arnbirni sum stýrimanni á vøllinum vunnu toftamenn næstfremstu deildina, og hetta ger, at teir aftur í ár eru við millum fremstu liðini í landinum.
 
Fólkið er gott
- Eg haldi sjálvur, at vit eru væl fyri í ár. Eg vænti heldur ikki, at vit fara at verða millum liðini, ið fara at berjast fyri at sleppa undan niðurflyting, tí til tað er fólkið hjá okkum ov gott, heldur Arnbjørn Danielsen.
Hinvegin heldur B68-liðskiparin, at teir á Toftum eru ógvuliga viðbreknir fyri bæði skaðum og leikbannum.
- Um allir mans eru tøkir, hava vit eitt lið, sum eg sjálvur meti kann spæla upp við øll hini liðini í deildini. Men hinvegin viknar liðið nógv, um vit fáa nakrar skaðar og nøkur leikbann, tí hópurin er smalur. Ein rættuliga stórur partur av eykaspælarunum eru blaðungir og ógvuliga feskir, og teir eru mest at rokna sum lærlingar, sigur Arnbjørn Danielsen.
Eisini heldur Arnbjørn, at tað kemur at hava stóran týdning fyri kappingarárið hjá B68, at teir fáa eina góða byrjan upp á árið.
- Fáa vit eina góða byrjan upp á árið, skapar hetta eisini virðing millum hini liðini í deildini. Tað er tó ein vansi, at vit hava havt ómetaliga nógvar skaðar í uppstartinum, og tí eru vit ikki ordiliga samanspældir enn, heldur liðskiparin.
 
Julian stóran týdning
Tað vakti ans, tá ið B68 undan kappingarárinum í fjør kunngjørdi, at felagið hevði gjørt avtalu við landsliðsleikarin Julian Johnsson um, at hann skuldi gerast leikandi venjari hjá felagnum. Julian førdi liðið aftur í bestu deildina, og í ár er hann leikandi hjálparvenjari, meðan Jóannes Jakobsen hevur tikið við sum høvuðsvenjari. Tíverri fekk Julian ein álvarsligan skaða í knæið í fjør, men hann er nú við at koma fyri seg aftur, og tað fegnast Arnbjørn Danielsen um.
- Julian hevur ómetaliga stóran týdning fyri liðið hjá okkum. Ikki bert tí at  hann er ein so mikið royndur spælari, men ikki minst tí at hann fyllir so nógv á miðvøllinum. Hinir miðvallarnir eru meiri lágvaksnir, og tí er gott at hava ein luft- og kropssterkan innpískara á miðjuni, og Julian er júst ein slíkur spælari. Tí er tað ógvuliga umráðandi fyri okkum, at Julian kemur veruliga fyri seg aftur, heldur Arnbjørn Danielsen.
Sjálvur heldur Arnbjørn, at B68 liðið er ein góð blanding av eldri, royndum leikarum og so nøkrum ungum og evnaríkum leikarum.
- Vit eru nakrir gamlir, ið hava drúgvar royndir. Eg haldi eisini, at tað er ein styrkur fyri okkum, at vit hava royndar leikarar í øllum ketum. Eg eri sjálvur í verjuni saman við Kára Hansen, og á miðvøllinum hava vit jú Øssur Hansen og Julian Johnsson, ið báðir eru ógvuliga royndir leikarar. Í álopinum er Súni Fríði, og hann er eisini vorðin ein veteranur við árunum, heldur Arnbjørn Danielsen.
Somuleiðis væntar liðskiparin hjá toftamonnum, at tað ikki fer at nerva B68, at teir í ár skulu spæla 27 umfør í mun til tey 18, sum teir leiktu í næstfremstu deildini farna kappingarár.
- Tilsamans spældu vit rættuliga nógvar dystir í fjør. Umframt landskappingini komu vit jú í hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið, og í kappingini um FSF-steypið spældu vit okkum í finaluna, sum vit eisini vunnu. So alt í alt vænti eg, at vit spældu eins nógvar dystir sum fleiri av liðunum í Formuladeildini í fjør, sigur hann.
 
Framtíðin hjá B68 sær gott út
Arnbjørn Danielsen var í fleiri ár at kalla fastur fúsur í føroyska landsliðshópinum, men hesi seinastu árini hevur hann ikki verið við.
- Landsliðið er ikki aktuelt hjá mær í løtuni. Nú snýr tað seg bara um at hjálpa B68, og tað havi eg tað fínt við. Um eg kann verða við til at leggja lunnar undir eitt nýtt B68-lið, sum bítir seg fastan millum tey fremstu í bestu deildini, eri eg væl nøgdur. Her er nógv gott ungt fólk í felagnum, sum kunnu blíva til nakað. Men tað krevur sjálvsagt, at felagið arbeiðir miðvíst við at menna hesar leikarar. Ger B68 ikki tað, sær framtíðin ikki so ljós út, sigur Arnbjørn, men leggur afturat, at kennir hann leiðsluna í B68 rætt, so dugir felagið væl at menna spælarar.