Høvundarnir Jóhanna á Tjaldrafløtti og Elisabeth Akursmørk góvu tað fyrru bókina út í oktobur 2003, og tá gekk tann bókin “sum heitt breyð” og gav teimum áræði at geva 2-arin út, siga tær. Johanna, sum er útbúgvin føðslu-og húsarhaldsfrøðingr og kliniskur diætistur er leiðari av Húsarhaldsskúla Føroya, meðan Elisabeth, sum er útbúgvin økonoma og coach, er lærari á Læraraskúla Føroya. Tær báðar geva bókina út, grafiskt design og lagt til rættis hevur Grafia, myndatøkurnar hava teir báðir Per á Hædd og Finnur Justinussen staði fyri og Føroyaprent hevur prentað bókina. MBM og Klaksvíkar Býráð hava stuðla peningaliga, meðan ymsir handlar í Klaksvík hava stuðla við mati og búnýtum.
Bókin er 160 blaðsíður og íalt eru 107 ymiskar uppskriftir. Til hvørja uppskrift er útroking av føðsluvirðunum protein, feitt og kolvætu og hvussu nógv orka er í 100 g av lidnu uppskrifti, bæði í kJ og i Kcal.
Býti ímillum uppskriftirnar er soleiðis:
11 suppuuppskriftir
27 døgurðauppskriftir
16 nátturðauppskriftir
14 breyð og bollar uppskriftir
24 køkur og desertir
15 diabetes køkur og desertir
Uppskriftirnar eru allar lættar bæði at lesa og at gera, og alt tilfarið er av slíkum slagi, at tað skuldi verið møguligt at keypa í øllum teim stóru matvøruhandlumum.
Í formælinum siga tær báðar, at 2-arin, eins og tann fyrra bókin, er ætlað at geva lesaranum uppskriftir uppá, hvussu mann á ein einfaldan hátt kann gera mat, sum er bæði lættur og leskiligur og hetta hevur hepnast teimum sera væl. Eg havi roynt fleiri av uppskriftunum og tær ikki bara smakka væl, men eru áhugaverdar bæði hvat smakki, liti og vørusamanseting viðvíkur.
Tær siga eisini, at tær við hesum uppskriftum vilja vísa rákið í matgerð í dag við at tora at royna nýggjar, spennandi uppskriftir, soleiðis at brúkarin kann brúka eitt meira fjøltáttað úrval av rávørum. Uppskriftirnar vísa hetta rák ógvuliga væl og eru ætlaðar øllum.
Um hetta vil siga, at málbólkurin eru øll, so ivist eg í, um so er. Sjálv haldi eg, at bókin er mest ætla ungum familjum við børnum, tí uppskriftirnar eru so lættar og einfaldar, at børn í so at siga øllum aldri kunnu vera við í matgerðini. At hava børnini við í køkinum hevur alstóran týdning, tí tá sleppa tey at royna seg og gera nyttu í matgerðini og samstundis venja seg við at nógv ymisk sløg av frukt og grønmeti hoyrir við til gerandiskostin, og at tað hevur týdningi fyri bæði trivna og heilsuna at eta hetta hvønn dag.
Tá ið eg haldi, at bókin er til ungar familjur, so byggi eg tað á mínar royndir, at føroyingar flestir yvir 50 ár, dáma best at fáa eplir afturvið døgurðanum og dáma væl at fáa máltíðir við føroyskum rávørum. Tað er ikki so nógv av í hesi bók. Bert til tvinnanda døgurðarættir verður mælt til at hava eplir afturvið, og av teimum 27 døgurðarættunum eru bert tríggir við fiski og ein við lambskjøti.
At 24 uppskriftir eru til køkur og dessertir avspeglar eisini føroysku gómarnar, sum dáma sera væl søtt sum køkur og dessertir. Mn her er dentur lagdur á uppskriftir, sum ikki eru so feitar og dessertir við væl av frukt í. Hetta má sigast at vera sera heppi.
Parturin við diabeteskøkum og dessertum rokni eg við kemur væl við hjá nógvum, tí í Føroyum eru samanlagt eini 2500 fólk, sum hava sjúkuna diabetes, og hesi ansa vanliga væl eftir, hvt tey eta.
Myndirnar í bókini er avbera góðar og tað hava teir báðir, Per og Finnur, prógvað fyrr, at her eru teir meistarar. Onkrar myndir eru nakað ørkymlandi, ikki tí at tær ikki er góðar sum myndir, men tí tær ikki passa til innihaldið. Á síðu 10 er ein flott mynd av kirsuberum sum inngangur til petti um suppur, men tað eru ongi kirsuber í suppunum.Á síðu 34 er mynd av grønum bønum til petti um døgurðarættir, men ongar bønir eru í uppskriftunum, bert á eini mynd á síðu 60.Á síðu 68 er mynd av rosmarin til nátturðarættir, men rosmarin er ikki í nakrari uppskrift.
Ongar upplýsingar eru um, hvør hevur verið málsligur leiðbeinari og rættlisið, men sum sagt so er málið óguliga lætt. Ein rættlesari hevði kanska spurt, um vinarbreyð er breyð, sum tú gevur vinum ella ein køka við uppruna úr Wien?
At kostur okkara hevur stóran týdning fyri bæði dagligan trivnað og fyri heilsuna, er ongin ivi um longur. At tey ymisku føðsluevnini hava týdning og at ein optimal kostsamanseting hevur stóran týdning fyri heilsuna verður meira og meira eyðsýnt. Hvat vit velja í dagliga kosti okkara, kemur ikki bert av heilsuávum, men eisini av okkara smakki og okkara mentunarliga reglum fyri, hvussu tú vanliga samansetur eina máltíð. Hesar vanar fáa vit bygdar inn í okkum frá barni av, men ongin ivi er um, at hesir vanar eru við at broytast. Vanar okkara eisini her í Føroyum eri vorðnir globalir ella alheimsgjørdir og tað er henda bókin eitt gott prógv um.
Samanuntikið haldi eg bókina verða spennandi, lættlesandi, flotta og avgjørt verda bæði at lesa, men sanniliga eisini at royna.
Væl gagnist!