Enn einaferð siga ummæli í donskum miðlum frá frammúr spælinum hjá føroyska sjónleikaranum Olaf Johannessen. Hesaferð í klassiska tekstinum Faust I, við sama heiti, hjá týska rithøvundanum Johan Wolfgang von Goethe á Teater Republique, har ið Olaf Johannessen spælur dr. Faust.
Fleiri av ummælarunum spyrja um tað ikki er nærum devulsk hugmóð at fara undir pallsetan av hesum verki, sum er tiltikið torført at fáa takið á. Í sama andadrátti floyma teirra ummæli yvir av lovorðum og frøði um at tað er eydnast. Ummælini rósa leikstjóranum, hansara evni at velja leikarar og leikstjórna teimum, tey rósa til skíggja samanspælinum millum Olaf Johannessen og Søren Sætter-Lassen og so draga tey framm í stórfingnum orðingum spæli hjá Olafi Johannessen í leiklutinum sum Dr. Faust. Ein vísindamaður, sum í byrjaninni av leikinum, er á markinum til at taka lívið av sær. Hugtungur starur hann at fløskuni við brúna eitirnum, tá ið Mefisto, devilin, kemur til hansara. Lokkandi og tølandi bjóðar Mefisto Fausti alt tað Faust attráðar. Afturfyri skal Mefisto - bara - hava sálina hjá Fausti….
##med2##
Brot úr ummælunum í donskum miðlum:
Kristeligt Dagblad við Kathrine Maria Amann:
”Faust” Teater Republique í Keypmannahavn er ein fyrimyndarlig tulking av klassikara og kanska tann daprasti Faust, vit hava sæð……Søren Sætter-Lassen og Olaf Johannessen í meistarligum samanspæli, sum Mephistopheles og Faust. Ein sannur masterclass í sjónleiki.“
Politiken við Alexander Vesterlund:
“Faust sum tú og eg …….Olaf Johannessen spælur við formati - eina klovna og tráðandi sál, sum vil hava “tað stórstu stjørnuna á himmalinum”
cphcuture.dk við Michael Søby:
“Moralska forfalli hjá Olaf Johannessen gerst tað hjá menniskjaheitini allari - ein bæði krops- og sinnislig kraftpræstatión.”
Information við Ann Middelboe:
“Hetta mann vera myrkasti Faust í leiklistasøguni….Faust hjá Olaf Johannessen hevur virtuosar rørslur við euforiskum akslum og knøum til eitt vilt bland av løgum av tónleiki. Men tað er ikki bert kroppurin, sum dansar. Tað er sálin hjá Faust, sum heldur, at hon er sloppin frí - bert fyri at uppdaga, at hon dansar sum ein marionet.”
detskuduse.dk við Jens Winther:
“Hugsað tær Ronaldo og Messi á sama liði - so hevur tú Faust á Republique…. Olaf Johannessen er einki minni enn ein stjørnu uppliving við sínum skarpa fysikki, ágangandi spælistíli og hvøssu dikitón, sum tann martraði Faust ”
arbejderen.dk við Tim Ramsland og Nick Bruun:
“Serliga Olaf Johannessen, sum enn einaferð prógvar, hví hann er ein av allarbestu pall leikarum í landinum. Hann megnar flott at samskifta frustratiónina hjá Faust og tap av meining, og yvirgongdina frá tí tóma vísindamanninum til tann eirindaleysa girnaran rakar hann beint í reyvina.”
Pov.international við Steen Blendstrup:
Bert fyri henda eina dansin má man elska Faust hjá Teater Republique. Olaf Johannessen dansar seg ígjøgnum eina potpourri av pop- og rockløgum, sum súmból uppá hvussu hann gevur seg hen til lyst og njótilsi. Man gloymur heilt at hetta er ein tragedia - men man gloymur neyvan hetta møti við einum av klassikarunum í evropæiskum bókmentum.
sceneblog.dkvið Casper Koeller:
Tá ið tú bjóðar Søren Sætter-Lassen og Olaf Johannessen upp til dans, tá kann tað ikki enda við øðrum enn toru og snarljósi.
Kulturleben.dk við Michael Hansen:
“Spælistílurin nær her Schaubühne” hæddir….Bæði Olaf Johannessen og Søren Sætter Lassen markera her við sjeytumma seymi, at teir hoyra til millum verðins elituna av sjónleikarum”
Kulturtid.dk við Tonny Olausen:
“Olaf Johannesen og Søren Sætter-Lassen eru Faust og Mefisto, og tað er eitt match, sum er torført at hava yvirluta yvir í donskum teatri júst nú. Olaf Johannessen kan broyta seg frá kynsikum vísindamanni, sum er um at drekka eitur, til sexutan lívsnjótara, drápsmann og til ein viðkvæman mann, sum vil vinna sína elskaðu Gretchen. Hann leverar oneliners so kynisman og desillusióninin sýrar út til áskoðararnar.”