samvera At verða gamal er ikki tað sama sum at leggja árarnar inn. Pensjónistarnir í norðaru helvt í Suðuroynni eru livandi dømi um, at tað ber væl til at hava eitt innihald í lívinum, eisini eftir at eitt [...] heimahjálpirnar í hesum bygdum, sum tóku stig til at stovna felagið. Tær hildu at vit áttu at havt eitt felag, har vit kundu hitst til hugnaliga samveru, heldur enn at sita einsamøll, hvør í sínum lagi, sigur Torbjørn [...] so beinasamur at stuðla tey við eini fittari peningagávu, so at tey eisini fingu keypt sær forsterkara, hátalarar og mikrofon. Men so hendi tað, at kommunan gav eisini dagrøktini rætt til at brúka hølið
tími eg heldur ikki at viðgera, tí hann hevur eisini valt at lesa tað, sum stendur millum linjurnar, heldur enn at lesa tað, sum stendur á teimum. Kristnu lívsvirðini At eg dittaði mær at nevna kristnu lívsvirðini [...] ella nakran rætt til slíkan hugburð. Satt at siga sæt eg og hugleiddi um, hvussu ein fangandi yvirskrift skuldi síggja út, tí ikki er óvanligt at uppliva, at fá hava lisið tað, sum ein hevur fest á blað [...] eg veit, hvønn týdning tað hevur, at børn okkara fáa góða og holla undirvísing sum týðandi førning restina alt lívið. Samstundis var tankin eisini, at Løgtingið eigur at vera so ymisligt og fjøltáttað samansett
onkir pensjonistar farnir at egna fyri at stytta sær stundir og samstundis fyri at forvinna sær nøkur oyru afturat pensjónini. Men úrslitið, teir fáa burturúr er, at teir koma at betala nógv meiri skatt [...] skatt av pensjónini, enn teir plagdu og tí loysir tað seg so illa at arbeiða, at teir eru um at tveita frá sær. ?Og eitt skal vera púra vist, at rýma pensjónistarnir úr egningaskúrðunum kring landið, liggur [...] i, enn hann plagdi at betala. ?Eg havi onki ímóti at betala skatt av tí, eg egni fyri. Men tað er eitt stórt vónbrot at skattur harafturat eisini skal dragast av pensjónini av tí at eg fái nøkur oyru framíhjá
tað at bera til, kunnu liva væl av hesum, meðan hjá teimum, sum tað ikki melur runt, ja tey mugu steðga aftur og finna sær annað at gera. Hendan gongdin sýnist at virka væl og flest øll halda, at soleiðis [...] soleiðis eigur tað at vera. Men so skjótt vit nærkast høvuðsvinnuni ella onkrum, sum hevur við ræðisrættindi at gera, so renna vit pannuna ímóti stongdum durum og er tað næstan ómøguligt at koma innum. Her [...] eru samd um, at uppboðssølan av ráfiski hevur optimerað vinnuna á landi munandi og vinnan er nú før fyri at gjalda meira fyri fiskin enn áður. Uppboðssølan skapar eisini umstøður fyri, at øll, sum vilja
ávegis, at vit hætta okkum at fara undir verkætlanina, og tað verður helst ikki so leingi, fyrr enn fyrsta stigið í hesum verður tikið, sigur Harald Eirikstoft. Hann leggur tó dent á, at hetta við at gera [...] løtuverk. At byrja við verður farið undir at gera vegarbeiðið, kloakkir og dren, og soleiðis er ætlanin at farast skal fram í smáum stigum. Eitt nú skulu ganga í minsta lagi tvey ár, frá tí at grasið á [...] Býráðið hevur játtað at stuðla við. Hetta er sami stuðul, sum vanliga verður veittur ítróttarfeløgum. Legjast kann í hesum sambandi afturat, at Býráðið í hesum hevur treytað sær, at gongugøtur verða kring
sigur í viðmerking, at tað kemst av, at nú er fiskiskapurin normaliseraður aftur, eftir at hann seinnu árini hevur verið óvanliga góður. Hinvegin eru sera høgu prísirnir orsøkin til, at línuskipini hava hildið [...] ikki framyvir at lata fjølmiðlunum hesi hagtøl, eins og vit tilskila á hagtølunum fyri tey einstøku skipini, at hetta er til innanhýsis nýtslu, sum tað ikki er loyvt at nýta alment. Men at nýta miðatøl [...] teirra lógum og reglum, sigur Óli Jacobsen, at hann bara noyðist at ásanna, at eitt nú íslendingar eru langt framman fyri okkum á hesum øki. Og hann vísir á, at í Íslandi finst trupulleikin ikki, tí íslendingar
snøgt sagt tann, at Neistakvinnurnar høvdu nógv størri vilja at vinna dystin. Kyndilsliðið tykist vera fullkomuliga steðga upp, eftir at leygardagin gjørdist greitt, at eingi gullmerki vera at fáa í ár, og [...] dystinum var greitt, at ein møguligur vinnari av hesi lokaluppgerð, kom ájavnt VÍF í stigum. Tískil var kanska væntandi, at talan fór at verða um ein dyst, sum bæði liðini ætlaðu sær at vinna, men hóast hetta [...] dyst. Tað er jú vanliga soleiðis, at allir leikarar á báðum liðum hittast á miðjum vølli, eftir at dysturin er lokin, men hesu ferð hildu Rakul og Ann ikki, at hetta fór at loysa seg. Hóast tað mangan er
altíð verði at seta sparitiltøk í verk við endan av fíggjarárinum. Vanliga hevur ikki verði trupult at fingið játtan til at dekka tað eftirverðandi undirskotið, tí myndugleikarnir hava viðurkent, at peninganýtslan [...] broytt við tað, at játtandi mynduleikin noktar at viðurkenna eitt undirskot og at geva ta neyðugu meirjáttanina. Endin av fíggjarárinum er vorðin eitt afturvendandi drama, orsakað av, at sjúkrahúsleiðslan [...] Ráðið metir at sjúkrahúsleiðarin, undir givnu umstøðum, ikki hevði annað í at velja. Hvørjar fyritreytir eru neyðugar fyri at stýra einum sjúkrahúsið? Ein sjúkrahúsleiðari má hava stýringsamboð at stýra við
Müller, at vit ikki eiga at undirmeta týdningin av góðum fjølmiðlaumstøðum í einum sjálvstøðugum landi. Ítøkiligu batarnir, blaðstjóri okkara sóknast eftir, eru t.d., at loftmiðlarnir eiga at koma á f [...] Trónd Djurhuus, sjónvarpsstjóra, við tí fyri eyga at fingið hann at hugleitt um dagbókaskriving og framtíð, men Tróndur hevði eftir øllum at døma úr at gera við nútíðina. [...] Føroyum eru so grundleggjandi, at teimum slepst ikki undan í hugaheiminum. Eg hevði neyvan skrivað beinleiðis til teirra, sum fara at liva her um 100 ár, men heldur roynt at lýst dagin við beinleiðis støði
føroyinginum. Vit halda, at føroyingurin altíð fer at klára seg, men ynskja, at vit í Føroyum fáa eina framkomna tjóð, har allir føroyingar kunnu liva væl. Endamál Sambandsfloksins er at fremja ein slíkan politikk [...] megna ikki at leggja eina fíggjarlóg fram fyri Føroya fólk, har blokkurin er burtur, uttan at hetta samstundis er mønustingurin hjá vælferðarsamfelagnum Føroyar. Ómøguligt er at síggja ella fata, at t.d. T [...] førur fyri, at slíkt ikki endurtekur seg. Vit vita í dag, hvat vit hava. Og Føroya fólk hevur krav uppá at vita hvat ið fer at koma, íroknað rokningina, ið skattgjaldarin og vinnan ikki megna at gjalda.