Virknir pennar og títtir fingrar á knappaborðum fara í dag at toyggja seg eina øld fram í tíðina og geva boð frá sær til eftirkomararnar her á landi. Dagbókadagur er, og allir føroyingar fáa á hesum degi høvi at greiða frá hesum vanliga heystardegi í landinum, Føroyum.
Eftir áheitan frá Sosialinum hava oddamenn í føroysku fjølmiðlunum klórað sær í nakkanum eina løtu og eru síðani, so at siga í eini knappari vending, komnir við boðum upp á, hvat teir høvdu lagt dent á, skrivaðu teir dagbók sum fjølmiðlamenn hendan 20. oktober 1999.
Dan Klein um broytingar
Dan Klein, blaðstjóri á Oyggjatíðindum, er ikki í iva um, at Hvítabók, fíggjarlóg og statsrættarligar broytingar høvdu staðið ovast á breddanum í hansara dagbók.
? Hesi viðurskifti eru nógv uppi í tíðini, og tí hugsi eg eisini nógv um hetta. Væntaðu broytingarnar í Føroyum eru so grundleggjandi, at teimum slepst ikki undan í hugaheiminum. Eg hevði neyvan skrivað beinleiðis til teirra, sum fara at liva her um 100 ár, men heldur roynt at lýst dagin við beinleiðis støði í okkara tíð, sigur blaðstjórin við Lýðarsveg, sum heldur, at tað hevði verið stuttligt at skriva dagbók sum vanligur privatmaður.
Dimma og upplagið
Blaðstjórin á skjótt 122 ára gomlu Dimmalætting, Georg L. Petersen, hevði sum starvsfelagin á Oyggjatíðindum lagt dent á Hvítubók og fíggjarlóg, men upplagið á gomlu Dimmu hevði eisini verið frammalaga; sambært stjóranum til tess at viga upp ímóti hugtyngjandi fyribrigdum sum Hvítubók og politikki!
? Tíðin er nógv merkt av orðaskifti millum manna um Hvítubók og politikk. Nógv verður møsnað í hesum sambandi, og tað haldi eg vera sera hugtyngandi, sigur Georg L. Petersen, sum kortini ikki fer at leggja seg eftir at lýsa hetta áhugaverda tunglyndið í tilhugsaðu dagbókini.
? Hevði eg skrivað um tað, sum er uppi í samfelagskjakinum í dag, hevði eg verið í púrasta fyri ongum tá dagur fór at halla. Nei, tá er meira vón og upplívgan í sinninum, tá dagur er lokin og farið verður at heinta børnini og heim, heldur blaðstjórin, sum kortini eisini gleðist um, at arbeiði er til fleiri hendur, og at hann og góðu starvsfelagarnir á Dimmu hava eitt framúrskarandi arbeiðspláss, sum hann tekur til.
Útvarpskanning í dagbók
? Hevði eg sum fjølmiðlamaður sett meg við eini dagbók í morgin, hevði tað óivað snúð seg um týdningarmesta málið, ið verið hevur til viðgerðar í Føroyum í mínari tíð, sigur Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri og sipar her til gongdina í fullveldisspurninginum.
Áhugavert er, at Jógvan Jespersen hevði lagt dent á stóru veljara- og fullveldiskanningina, sum Útvarp Føroya júst hevur gjørt, og almannakunngjørdi áðrenn Sosialurin fór til prentingar.
? Hendan kanningin vísir púra greitt, hvørja hugsan veljarin hevur um nakrar spurningar í fullveldisgongdini, og tað haldi eg vera sera áhugavert, sigur útvarpsstjórin, sum, hóast blaðmaðurin royndi at spyrja garnarnar úr honum, ikki vildi avdúka hesi greidligu úrslit.
Jógvan Jespersen hevði eisini skoytt eina áheitan til politikararnar upp í sítt íkast til søguligu dagbókina.
? Ynski mítt er, at politikararnar høvdu viljað veitt útvarpinum neyðuga fíggjarstuðulin, ið hevði tryggjað, at vit vera ment at røkja okkara leiklut sum óheftur fjølmiðlastovnur í samfelagnum. Eisini um 100 ár?
Sosialurin og framtíðin
Ábyrgdarblaðstjórin her á Sosialinum, Jan Müller, hevði lagt stóran dent á framtíðarynski, skuldi hann farið og hugleitt við knappaborðið á hesum degi.
? Dagbókatiltakið fær meg at hugsa tvørtur um nógv umtalaða árstalsmarkið, og í hesum sambandi hevði eg nevnt ynskir og mál okkara. Eg hevði lagt dent á, at eg haldi umstøðurnar hjá fjølmiðlunum vera ov vánaligar, og at tær eiga at gerast nógv betur enn nú. Karmarnir eru og trongir, sum nú er, heldur Jan Müller
Í sambandi við, at politisku ynskini um, at Føroyar í størri mun, ella kanska púra, skulu standa á egnum beinum, heldur Jan Müller, at vit ikki eiga at undirmeta týdningin av góðum fjølmiðlaumstøðum í einum sjálvstøðugum landi.
Ítøkiligu batarnir, blaðstjóri okkara sóknast eftir, eru t.d., at loftmiðlarnir eiga at koma á fíggjarlógina, eins og tað almenna eigur at seta pening av til blaðútbering, ið sum kunnugt er vorðin dýrari.
? Hetta við kostnaðarmiklu útberingini, ið tyngir um fíggjarligu orkuna hjá bløðunum, haldi eg vera eitt afturstig fyri skrivaðu fjølmiðlarnar. Ein dýr útbering er ongin gongd leið, sigur Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum.
SvF og nútíðin
Sosialurin hevði fegin viljað fingið orðið á Trónd Djurhuus, sjónvarpsstjóra, við tí fyri eyga at fingið hann at hugleitt um dagbókaskriving og framtíð, men Tróndur hevði eftir øllum at døma úr at gera við nútíðina.