Dan, Signar, Jógvan, Tobbi, Jóhan Heri, Kári ?

Rætta tulkingin av mínum egna lesarabrævi tann 21. des.

Ikki smávegis sum fingið er burturúr teimum fáu reglunum, eg í skundi festi á blað hendan dagin stutt fyri jól, meðan eg hoyrdi orðaskiftið á tingi. Ikki metti eg orðini so tungtvigandi, at tey skuldu lokka fleiri lokalpolitiskar varðmenn fram á barrikadurnar. Ótespilig, vamlislig og smakkleys eru bert nøkur av lýsingarorðunum, sum eru varpað út gjøgnum tíðindamiðlarnar hesar jóladagarnar. Onkursvegna man eg vera komin onkrum ov nær, nú dagarnir í hesum valskeiðnum fara at líða. Eg skal tí gera eina roynd at tulka míni egnu orð, so møgulig ivamál kunnu rættast.

Yvirskriftin ?tríggir lærarar úr Fuglafirði?
So løgið, tað ljóðar, hevur sjálv greinayvirskriftin gjørt sítt til hørðu ábreiðslurnar. Vanliga hugsanin er, at eg við hesi yvirskrift so ella so niðurgeri lærarayrkið, og hevur soleiðis eisini onkur av greinskrivarunum fylgt hesum tónanum. Men lat ongan iva vera um, at hetta als ikki var ætlanin við yvirskriftini. Eg havi onga orsøk og ei heldur nakað ynski ella nakran rætt til slíkan hugburð. Satt at siga sæt eg og hugleiddi um, hvussu ein fangandi yvirskrift skuldi síggja út, tí ikki er óvanligt at uppliva, at fá hava lisið tað, sum ein hevur fest á blað. Hetta er helst nakað, sum allir lesarabrævskrivarar hugleiða um; hugsið bert um yvirskriftirnar ?Overkill á Bill? og ?Øvundarmaðurin?. Hesir hava uttan iva brúkt eina løtu at finna fram til hesar hugfarsligu yvirskriftirnar, ella kanska eru tær komnar sum brádligar opinberingar? Soleiðis var eisini hjá mær, og var hetta tankin. Sjálvandi sprottin úr tí sjáldsama eindømi, at ein bygd við 1500 fólkum hevur heili trý løgtingsumboð og harafturat hava øll trý umboðini sama yrki. Slíkt fyribrygdi hendir neyvan nakrantíð aftur. Lat meg sláa rimmarfast, at eg havi stóra virðing fyri lærarayrkinum, tí eg veit, hvønn týdning tað hevur, at børn okkara fáa góða og holla undirvísing sum týðandi førning restina alt lívið.
Samstundis var tankin eisini, at Løgtingið eigur at vera so ymisligt og fjøltáttað samansett, sum yvirhøvur tilber fyri at øll mál kunnu fáa eina so breiða og harvið góða viðgerð sum gjørligt. Har eiga at vera ung og gomul, kvinnur og menn, skiparar og dekkarar, lærarar og næmingar, leik og lærd, úr bygd og bý o.s.fr. Tá so tríggir løgtingsmenn koma úr eini og somu bygd og harumframt úr sama arbeiðsumhvørvi, er vandi fyri, at sjónarhornini gerast ov fá. Hetta er sjálvsagt als ikki tykkara skyld, men ein sjáldsom tilvild.

Bjálkin
Bjálkin í greinini var at fáa fólk kring Skálafjørðin og serliga í Runavíkar kommunu at hugsa nærri um tingmannabýtið í Eysturoynni, tá teirra demokratiski rættur um stutta tíð aftur skal staðfestast. Støðan í okkara kommunu er soleiðis háttað, at fólk sum heild velja hugsjónarliga við minni atliti til heimstað teirra, sum bjóða seg fram. Hetta eru stórar dygdir og stórliga í trá við fólkaræðisligu skipanina. Men avleiðingin kann gerast, at hetta størsta økið í Eysturoynni ongan umdømisvaldan tingmann fær. Hendan bjálkan tyktist ongin av fuglfjarðatingmonnunum at hava fingið eyga á, meðan teir hava funnið hópin av flísum, sum teir hava lagt undir sjóneyku og støddarøkt fleirfaldað. Ásannast má, at tað, ein skrivar, ikki er tað, annar lesur.

Flísirnar
Ein, sum eg ikki kenni og ongantíð mær vitandi havi tosað við, gevur í grein síni eina nærum fullfíggjaða persónsgreining av undirritaða. Myndin, hann málar, er ikki vøkur. Tað má sigast at vera satt avrik at kunna lýsa ein persón so nágreiniliga, sum hesin ger, tá havt verður í huga, at einasta grundarlagið fyri hesi persónsanalysu eru nakrar hissini reglur í einum lesarabrævi. Men ætlanin við greinini var ikki at opinbera mína innaru menniskju, men at gera eina politiska við-merking. Hann nevnir, at eg havi vorharra í skjøldrinum, og tað er rætt. Eg havi hann bæði í skjøldrinum og í hjartadýpinum. Ikki sum eina politiska etikett, men sum lívsgrundarlagið og lívsinnihaldið.
Dan Reinert Petersen ger eisini sama mistak. Hann fer eftir manninum heldur enn bóltinum. Hetta tími eg heldur ikki at viðgera, tí hann hevur eisini valt at lesa tað, sum stendur millum linjurnar, heldur enn at lesa tað, sum stendur á teimum.

Kristnu lívsvirðini
At eg dittaði mær at nevna kristnu lívsvirðini í endanum á greinini var kanska nakað knortlut í samlaða høpinum og skal eg viðganga, at tað kann misfatast. Hetta var ikki meint sum ábreiðsla á fuglfjarðatingmenninar, men sum ein generel viðmerking.
Vónandi megna vit framyvir at lyfta politiska kjakið upp á hægri støði fyrst og fremst til gagn fyri land og fólk.
Gott nýggjár, øll somul!