Golfvøllur til 18 hol

Tórshavnar Golffelag er komið væl áleiðis í ætlanunum um at gera ein 18-hola stóran golfvøll í Hoyvíkishaganum. Økið fer at fevna um 550.000 fermetrar, og innan leingi verður farið í holt við fyrstu byggistigini


 

Golf


Fyrireikingarnar til gerð av einum golfvølli í fullari stødd eru nú komnar sera væl áleiðis, og tað er ikki hissini øki, sum nýggi golfvøllurin skal fevna um. Í alt er talan um 550.000 fermetrar, sum fevna um økið millum »Inni á Gøtu« og »Millum Gilja. Hetta svarar á leið til 100 fótbóltsvøllir, sum verða lagdir saman. Í løtuni verður golf annars spælt uppi á Vatnaskørðum, men tað eru bert seks hol í hesum vølli, og tá tað harafturat ikki hevur verið gjørligt at spælt um summarið, hava golfleikarar leingi havt eitt ynski um ein rættiligan golfvøll, har spælast kann alt árið.

Okkurt hevur av og á verið tosað um hetta, men nú er so líkt til, at talan verður um nakað væl meira enn tos.


Teknað í Íslandi

Á tekningini oman fyri sæst, hvar nýggi golfvøllurin ætlandi skal liggja, og tað skal leggjast afturat, at talan ikki bert er um nakrar luftkastellir, sum eru feldar niður á pappír. Vøllurin er projekteraður niður í minstu smálutir, og er tað altjóða viðurkendi íslendski golf-arkitekturin, Hannes Þorsteinsson, sum hevur staðið fyri hesum partinum av arbeiðinum.

At tað júst er ein íslendingur, sum hevur teknað vøllin, kemur valla óvart á tey, sum hava nakað við golf at gera. Í Íslandi eru ikki færri enn 55 slíkir vøllir, og hópur av ferðafólki hevur golf sum høvuðsendamál, tá tey leggja leiðina fram við grannum okkara.


Býráðið hevur játtað

Harald Eirikstoft í Havn er formaður í Tórshavnar Golfklubba, og hann váttar eisini, at felagið er komið rættiliga langt í fyrireikingararbeiðinum.

- Ein 49 ár leigusáttmáli er gjørdur við Jarðarráðið um leigu av økinum. Býráðsins partur av fíggingini er komin í rættlag, meðan tað enn ikki er gjørligt at fáa eina eina endaliga játtan frá landinum hesum viðvíkjandi.

Tá ætlanin av fyrstan tíð varð projekterað í 1995, varð samlaði byggiskostnaðurin mettur at liggja um 11 milliónir krónur, og tað eru so 30% av hesum, sum Býráðið hevur játtað at stuðla við. Hetta er sami stuðul, sum vanliga verður veittur ítróttarfeløgum.

Legjast kann í hesum sambandi afturat, at Býráðið í hesum hevur treytað sær, at gongugøtur verða kring og ímillum vøllirnar, soleiðis at talan eisini verður um eitt rekrativt øki.

Eisini hevur jarðarráðið treytað sær, at festarin av jørðini, sum í løtuni er Sigert Patursson, bóndi, framhaldandi kann nýta økið til seyðabeiti, tó at avmarkingar sjálvsagt eru, har tey 18 holini eru.


Hætta sær ígongd

Umframt tey 30%, sum Býráðið hevur játtað, er so ætlanin, at landið skal stuðla við øðrum 30%, meðan felagið sjálvt skal syrgja fyri írestandi 40%.

- Enn hava vit ikki fingið hetta heilt upp á pláss, men vit tó komin somikið væl ávegis, at vit hætta okkum at fara undir verkætlanina, og tað verður helst ikki so leingi, fyrr enn fyrsta stigið í hesum verður tikið, sigur Harald Eirikstoft.

Hann leggur tó dent á, at hetta við at gera ein golfvøll ikki er nakað løtuverk. At byrja við verður farið undir at gera vegarbeiðið, kloakkir og dren, og soleiðis er ætlanin at farast skal fram í smáum stigum. Eitt nú skulu ganga í minsta lagi tvey ár, frá tí at grasið á vøllinum verður sátt, til lendið kann nýtast at spæla á, so hóast farið verður í gongd innan stutta tíð, so fara nøkur ár at ganga, fyrr enn dreymurin um ein golfvøll verður veruleiki. Ein golfvøll, har Par verður 71.


Mugu økja limatalið

Eitt er at fíggja byggingina av einum slíkum vølli. Nakað annað er alt tað viðlíkahald, sum eisini fylgir við, og Harald Eirikstoft ásannar eisini, at í løtuni er felagið ikki nóg stórt til hetta arbeiði.

Maskinur til at sláa gras við, drena og annað skulu sjálvandi fást til vega og haldast við líka, eins og tað sjálvandi eisini verður neyðugt við fólki til hetta arbeiði.

- Alt hetta fer sjálvandi at kosta nakað av pengum, og sum er megnar felagið ikki at bera hetta. Vit eru í løtuni 100 limir, og fyri at ætlanin skal mala runt, er neyðugt, at vit til ta tíð eru okkurt um 300 limir, sigur formaðurin.

Hann sigur tað ikki sjálvur, men tað er lítið at ivast í, at verður ætlanin veruleiki, so er grundarlagið fyri einum øktum limatali verður væl betri. Tað man í øllum førum vera munandi meira lokkandi at spæla golf, um umstøðurnar verða eitt 550.000 fermetra stórt øki í vøkrum lendi við 18 holum, sum øll lúka tey krøv, sum verða sett til altjóða kappingar. Og tá er ikki somikið sum nevnt, at golf-ítróttin er sera væl umtókt millum teirra, sum starvast í oljuvinnuni, men í hvønn mun hendan kemur til Føroya er so ein heilt onnur søga.