einki bendir á, at gosið fer at menna seg aftur. Elín Bjørk Jónasdóttir á Veðurstofu Íslands sigur við Morgunblaðið, at hóast ongar broytingar eru í gosinum, er tað ov tíðliga at siga, at gosið er liðugt [...] liðugt. Tað fáa vit ikki at vita, fyrr enn vísindamenn hava flogið uppi yvir gosinum og kannað tað, sigur hon. Íslendsku loftferðslumyndugleikarnir siga, at øskan úr Grímsvøtnum ávirkar ikki flúgving í Íslandi [...] Íslandi í dag, og Eurocontrol væntar ikki, at øskan fer at órógva flúgvingina í Evropa tað næsta samdøgrið.
sperd í dag, og at fíggjarkarmurin fer at gera støðuna fakliga óforsvarliga. Orsøkin til at 17 starvsfólk í dag siga greitt frá og átala fíggjarætlanina fyri 2012 er júst at forða fyri, at vit koma í eina [...] aftur, at eg nakrantíð havi sagt hettar. Hettar er ein misskiljing. Samrøðan snúði seg um, hvussu støðan verður, um fíggjarætlanin hjá kringvarpsstjóranum verður framd. Tað, sum eg segði var, at tíðindafólkini [...] ótolandi bæði fyri okkum og hyggjararnar/lurtararnar. Men vónandi koma vit ongantíð so lagt, at vit hava grund til at skammast um tíðindaflutningin.
Nú Koenigsegg hevur slept ætlanini at keypa bilverksmiðjuna Saab, kann væl henda, at verksmiðjan letur aftur, og at Saab fer í søguna. Vælvitandi keldur siga, at General Motors, sum eigur Saab, hevur bara [...] ella at verksmiðjan fer á húsagang og letur aftur. Samstundis verður staðfest, at vónirnar um sølu eru smáar, tí eingin keypari er, skriva svenskir fjølmiðlar. Koenigsegg mátti sleppa ætlanini at keypa [...] fyritøkan fekk ikki ta neyðugu fíggingina, sum var um tríggjar milliardir krónur. Ein roynd at fáa svenska ríkið at veðhalda miseydnaðist.
Íslendingar eiga at hugsa seg væl um, áðrenn teir gera av at fara upp í Evropasamveldið. Sum tjóð eiga teir at kenna seg fullkomiliga sannførdar um, at tað er tað rætta, áðrenn avgerðin verður tikin, og [...] teir eiga at lata ES skilja, at teir vilja sleppa upp í samveldið. Hetta segði Diana Wallis, næstformaður í ES-tinginum, í einum fyrilestri á lærda háskúlanum í Reykjavík í gjár. Hon segði, at tað ber ikki [...] ikki til at fara upp í ES fyri at loysa sínar búskapartrupulleikar og vísti í hesum viðfangi á, hvussu ES hevur viðgjørt kreppuna í Grikkalandi.
Oyrasundskolegiinum í Keypmannahavn, atkvøddi fyri at seta forboð fyri at roykja á øllum kømrum 341 atkvøddu fyri og 221 ímóti, at tað skal vera forboð fyri at roykja á øllum kømrum á stóra Oyrasundskolegiinum [...] øllum, sum búgva har. Eitt er at seta forboð á felagsøkinum, men nakað annað er at seta forboð, har fólk búgva, halda summi. Ein, sum sjálv ikki roykir, hevur mótmælt við at seta upp seðlar allastaðni á [...] á kollegiinum. Á seðlunum stendur, at forboð er fyri at brúka karry á kolegiinum.
einmælt at dýpa vágna sunnanfyri Tinganes. Hetta kemur eftir ynski frá Strandfaraskipum Landsins Tað var 5. apríl í 2006, at Strandfaraskip Landsins heittu á Tórshavnar kommunu at virka fyri at dýpa økið [...] Tórshavnar kommuna loksins, at dýpa 3.000 fermetra økið sunnanfyri Tinganes, sum Strandfaraskip Landsins heittu á kommununa at gera í 2006. Orsøkin til, at havnin verður dýpd er at havnin gerst munandi tryggari [...] arbeiði skal gerast í samstarvi við Fornminnisnevndina, tí alt Tinganes er friðað. Arbeiðið er mett at kosta 6 milliónir krónur
Icesave-skuldin skal gjaldast, men at tað hevur ikki víst seg at bera til. Ætlanin hjá stjórnini var at fáa eina nýggja avtalu við bretar og niðurlendingar nú fyri at sleppa undan fólkaatkvøðuni 6. mars [...] Bretland og Niðurlond hinumegin um at endurskoða Icesave-avtaluna, slitnaðu í gjárkvøldið. Íslendski fíggjarmálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon, sigur, at íslendingar vónaðu at fáa eina betri avtalu um, hvussu [...] mars, men nú hevur stjórnin smáar vónir um, at tað fer at bera til. Bretland og Niðurlond løgdu eitt uppskot fyri íslendingar í síðstu viku, men tað hildu íslendingar seg ikki kunna góðtaka.
klokkan 10 í morgin leggur hon at bryggju við Oyrareingir. Á Smyril Line verður sagt, at veðurlíkindini ikki eru tey bestu til at leggja at í Havn, og tí hevur skiparin gjørt av, at siglt verður inn á Kollafjørð [...] Smyril Line siga tey víðari, at ferðafólk, sum ikki sjálvi hava bil, verða koyrd í bussi til Farstøðina í Havn. Heitt verður samstundis á tey, sum ætla at avheinta ferðafólk, um at koma til havnarlagið í góðari [...] góðari tíð - tað vil siga í seinasta lagi klokkan 9.30. Hetta fyri at skapa sum minst av ruðuleika í ferðsluni.
siga 56 prosent av teimum spurdu, at Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, tók ta røttu avgerðina. 42 prosent halda hinvegin, at tað var skeivt av honum at sýta fyri at staðfesta samtyktina hjá Altinginum [...] Flestu íslendingar taka undir við avgerðini hjá forsetanum at sýta fyri at staðfesta Icesave-lógina, og tey flestu ætla sær eisini at atkvøða ímóti lógini, tá málið kemur til fólkaatkvøðu, sum verður tann [...] . Politiskir eygleiðarar í Reykjavík siga, at býtið millum ja og nei kann broytast til fólkaatkvøðuna, nú íslendingar hoyra og lesa, at tað kann fáa álvarssamar avleiðingar fyri landið, um Icesave-lógin
hevur gjørt úrskurð, sum staðfestir, at Akademikarafelagið ikki hevði heimild at mæla limum sínum frá at søkja starv á Læraraskúlanum. Úrskurðurin kemur, eftir at Fíggjarmálaráðið kærdi Akademikarafelagið [...] sínar, um ikki at søkja leys størv á Føroya Læraraskúla, so leingi viðurskiftini ikki eru greið. Kravið hjá Fíggjarmálaráðnum var, at Akademikarafelag Føroya verður dømt at viðurkenna at fráboðanin á heimasíðu [...] Ávegis úrskurður er nú gjørdur í málinum, og hesin gevur Fíggjarmálaráðnum fult viðhald. Víðari stendur, at skrivligi úrskurðurin væntandi verður klárur týsdagin.