Meirilutin styðjar forsetan

Flestu íslendingar taka undir við avgerðini hjá forsetanum at sýta fyri at staðfesta Icesave-lógina, og tey flestu ætla sær eisini at atkvøða ímóti lógini, tá málið kemur til fólkaatkvøðu, sum verður tann 20. februar.

Í meiningakanningini siga 56 prosent av teimum spurdu, at Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, tók ta røttu avgerðina. 42 prosent halda hinvegin, at tað var skeivt av honum at sýta fyri at staðfesta samtyktina hjá Altinginum.

Politiskir eygleiðarar í Reykjavík siga, at býtið millum ja og nei kann broytast til fólkaatkvøðuna, nú íslendingar hoyra og lesa, at tað kann fáa álvarssamar avleiðingar fyri landið, um Icesave-lógin verður vrakað.