Fasti gerðarætturin hevur gjørt úrskurð, sum staðfestir, at Akademikarafelagið ikki hevði heimild at mæla limum sínum frá at søkja starv á Læraraskúlanum. Úrskurðurin kemur, eftir at Fíggjarmálaráðið kærdi Akademikarafelagið fyri fráboðanina, har felagið heitti á limir sínar, um ikki at søkja leys størv á Føroya Læraraskúla, so leingi viðurskiftini ikki eru greið.
Kravið hjá Fíggjarmálaráðnum var, at Akademikarafelag Føroya verður dømt at viðurkenna at fráboðanin á heimasíðu felagsins tann 1. oktober í 2009 er óheimilað stríðsstig.
Ávegis úrskurður er nú gjørdur í málinum, og hesin gevur Fíggjarmálaráðnum fult viðhald. Víðari stendur, at skrivligi úrskurðurin væntandi verður klárur týsdagin.