Íslendingar eiga at hugsa seg væl um, áðrenn teir gera av at fara upp í Evropasamveldið. Sum tjóð eiga teir at kenna seg fullkomiliga sannførdar um, at tað er tað rætta, áðrenn avgerðin verður tikin, og teir eiga at lata ES skilja, at teir vilja sleppa upp í samveldið.
Hetta segði Diana Wallis, næstformaður í ES-tinginum, í einum fyrilestri á lærda háskúlanum í Reykjavík í gjár.
Hon segði, at tað ber ikki til at fara upp í ES fyri at loysa sínar búskapartrupulleikar og vísti í hesum viðfangi á, hvussu ES hevur viðgjørt kreppuna í Grikkalandi.