Saab hongur í klønum tráð

Nú Koenigsegg hevur slept ætlanini at keypa bilverksmiðjuna Saab, kann væl henda, at verksmiðjan letur aftur, og at Saab fer í søguna. Vælvitandi keldur siga, at General Motors, sum eigur Saab, hevur bara tvinnar møguleikar, nú handilin við Koenigsegg varð av ongum. Annaðhvørt fer GM undir eina nýggja sølutilgongd, ella at verksmiðjan fer á húsagang og letur aftur.

Samstundis verður staðfest, at vónirnar um sølu eru smáar, tí eingin keypari er, skriva svenskir fjølmiðlar.

Koenigsegg mátti sleppa ætlanini at keypa Saab, tí fyritøkan fekk ikki ta neyðugu fíggingina, sum var um tríggjar milliardir krónur. Ein roynd at fáa svenska ríkið at veðhalda miseydnaðist.