Samráðingarnar millum Ísland øðrumegin og Bretland og Niðurlond hinumegin um at endurskoða Icesave-avtaluna, slitnaðu í gjárkvøldið. Íslendski fíggjarmálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon, sigur, at íslendingar vónaðu at fáa eina betri avtalu um, hvussu Icesave-skuldin skal gjaldast, men at tað hevur ikki víst seg at bera til.
Ætlanin hjá stjórnini var at fáa eina nýggja avtalu við bretar og niðurlendingar nú fyri at sleppa undan fólkaatkvøðuni 6. mars, men nú hevur stjórnin smáar vónir um, at tað fer at bera til.
Bretland og Niðurlond løgdu eitt uppskot fyri íslendingar í síðstu viku, men tað hildu íslendingar seg ikki kunna góðtaka.