eyka arbeiðsdagar, eru sakførararnir, Jógvan Páll Lassen, og Bjørn á Heygum, samdir um - Tað, sum samgongan hevur gjørt í morgun, er ódámligt. Men tað er ikki at bróta fólkaræðið. Tað eru sakførararnir báðir [...] báðir, Bjørn á Heygum og Jógvan Páll Lassen, samdir um. Teir sipa til, at samgongan beint nú hevur samtykt at stytt freistina til at útskriva løgtingsval úr seks vikum, sum tað er nú, niður í fýra vikur [...] longur niðri á Portalinum, er Tjóðveldið í øðini, tí mett verður, at hetta er at traðka á fólkaræðið, tí einasta endamál við hesum er at geva samgonguni tvær vikur eyka at arbeiða í. Men hesum eru sakførararnir
í órøkt, til vit fóru í gongd við hana aftur. Bogi Sigurstein greiðir frá, at tað var ein serlig orsøk til, at hann fór í holt við smáttuna. - Vit vóru á LPK (landspatruljukapping, red.) á Selatrað í fjør [...] Joensen hevði leguguðstænastu. Hann hevði verið partur av skótunum á argjum fyrr og heitti so á meg at seta smáttuna í stand. Eg ivaðist, um vit skuldu fara í gongd við arbeiðið, tað er jú eitt stórt arbeiði [...] hava nú fingið eina smáttu aftrat. Frammanundan átti skótaliðið Bogasmáttu úti í Havnadali, og seinasta árið hava eldsálir í skótaliðnum arbeitt við at bøta um eitt gamalt torvhús í Likkudali, og nú er komið
favorittleiklut á øllum borðum, og eingin av teimum fýra á liðnum sveik álitið. Nú er bara eittans stig á muni millum oddaliðini. Havnar Telvingarfelag hevur 13½ stig og Sandavágs Talvfelag 12½ stig. Nú eiga tey [...] millum Havnina og Sandavág verður í Havn í morgin. Telvað verður á Finsen, og byrjað verður klokkan 14. Vit síggja, at klaksvíkingar eru dragnaðir nakað, men støðan er ikki verri enn so, enn at teir kunnu [...] 8 3. Kongshavn (Runavík) 8 Seks lið í alt. Gøtumenn fremst Tað eru ikki so nógv ár síðani, at Gøtu Talvfelag var í fremstu deildini. Nú eru teir í 4. deild. Og tað var tann tíð, at gøtumenn taldust millum
Niclasen, á fundi í gjár at viðgera málið. – Vit høvdu ein góðan fund, har vit samdust um at arbeiða víðari við málinum, sigur Dennis Holm. Hann sigur, at tað eru nógv viðurskifti, sum greiðast skal á og tískil [...] Vit høvdu eitt fínt prát, og semja er um at arbeiða víðari við málinum. Tað sigur Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum. Í gjár var Kommunufelagið á fundi við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum [...] KvF, at kommunur skulu ikki dúva upp á fíggjarligan stuðul úr landskassanum til endurbyggingina eftir hesa náttúruvanlukkuna. Hinvegin er vilji til at virka fyri, at vit fáa ein náttúruvanlukkugrunn, sum
uppdagaðu, hvussu teir kundu vinda fjøldina upp á tráð. Teir ætla sær at treiskast regni á Vágsbøi í kvøld. Fyrsta stóra navnið í skránni hjá Summarfestivalinum fer á pall í kvøld klokkan 22, og er tað trígg [...] i í beinleiðis amerikanskum sjónvarpi í føroyskari troyggju, og nú situr hann yvirav mær á Hvonn í føroyskari troyggju. - Jamen, tær eru jú framúr góðar troyggjur! Kanska var tað meira tilætlað hjá Saru [...] har teir spældu tvær konsertir í Havn. - Okkum dámdu væl her. Fyrru ferð vitjaðu vit ov stutt, men aðru ferð høvdu vit tvær konsertir við nøkrum dagamillumbili – tá bar til at síggja meira av Føroyum.
valevnini, sum vóru á listanum til løgtingsvalið. Eingin Poul Formaðurin í Framsókn sigur, at nú eitt ár er liðið síðani Framsókn varð stovnað, verður ein landsfundur hildin í mai. - Vit vórðu stovnað í apríl [...] nøkur sum helst avgerð tikin um annað, enn at stillað verður upp í Havn, og har eru eini fýra ella fimm valevni klár at seta á listan, sigur Poul Michelsen. Hann vil ikki avdúka, hvørji valevni talan er um [...] tað hevur verið so nógv fyri hendan mánaðin, at vit hava fundin í mai í staðin fyri, sigur Poul Michelsen. Hetta verður ein stórur og umfatandi fundur. - Vit skulu taka saman um hetta fyrsta árið, og talan
slupp, har føroyingar keypa og selja Rom. Bjørt fortelur søguna. Ljóðførini lata okkum merkja, at vit eru á havinum. Skipið rullar. Spakuliga. Í einum frískum loti. Eg eri umborð. Merki angan av sjóroki. [...] Ummæli: Hesar fýra ungu, evnaríku kvinnurnar, sum hava blást luft aftur undir veingirnar á fólkatónleikin á føroyska tónleikapallinum, nema mínar hjartastreingir. Døgg, Kristianna, Sigrið og Bjørt. Ein [...] Minnisgripir, út. Á bókahillini beint við síðuna av mær, har eg siti til konsertina, stendur bókin Moby Dick. Meðan eg siti, har hómi eg dramatisku søguna um Ishmael, sum fer umborð á eitt hvalaveiðuskip
- Grundarlagið undir okkara tilboði er munandi broytt nú. Vit mugu bæði leggja uppfyri spill-tíðini, tá vit ikki sluppu framat, umframt at vit nú skulu hava fleiri mans í arbeiði fyri at fáa el-arbeiðið [...] hevur skatt fyritøku hansara. - Eg meti ikki, at umtalan hevur skatt okkum. Vit fylgja øllum lógum og reglugerðum, og vit eru kappingarfør, bæði í prísi og í dygd, sigur Knud Balle, stjóri í KB El-Teknik [...] ki, og umboðsmaðurin hjá fyritøkuni er Knud Balle, sum er skrásettur á eini adressu í høvuðsstaðnum. Harumframt hevur verið víst á, at fyritøkan, sum hevur um hendi trý av teimum størstu el-arbeiðum í
G20 topfundurin í Hamburg er liðugur á hesum sinni, og leiðararnir eru samdir um eina avtaluna. Og samstundis er man samdur um, at vera ósamdur. USA er framvegis ikki partur av Parisavtaluni longur. Semja [...] tó viðmerkt, at USA ikki stuðlar avtaluni. - Vit vátta okkara stuðul til Parisavtaluna og arbeiða sum skjótast fyri at fáa punktini í avtaluni sett í verk. Vit notera eisini, at USA hevur tikið støðu til [...] soleiðis skipaður, at man samstundis undirstrikar ósemjurnar. Har stendur millum annað, at G20 londini eru samd um, at virða veðurlagsavtaluna frá Paris, og at man vil arbeiða skjótt fyri at seta neyðugu tiltøkini
Gera vit nóg nógv fyri at avmarka ólógligum innflutningi av rúsevnum til Føroya? Tað er ein spurningur, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, nú skal útgreina. Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin [...] alla tíðina eru eitt fet framman fyri myndugleikarnar. - Men tað er ivasamt, um nóg nógv orku verður sett av til at røkja uppgávuna til fulnar, og tí er alla tíðina neyðugt at endurskoða tørvin á eftirliti [...] , hevur spurt landsstýrismannin, um vit gera nóg mikið fyri at basa óglógliga innflutninginum av rúsesvnum. Í hesum sambandi vil hann hava at vita, hvørji átøk verða gjørd fyri at basa innflutninginum