Framsókn stillar upp til býráðsvalið

Flokkurin hevur ikki gjørt av, hvussu stillað verður upp tl komandi kommunuval, men tað liggur fast, at vit í hvussu er stilla upp í Tórshavnar kommunu, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn

Tá kommunuval verður í november í ár, verður í hvussu er ein nýggjur listi hjá veljarunum at velja í millum.
Formaðurin í Framsókn, Poul Michelsen, váttar, at flokkurin hevur gjørt av at stilla upp í Tórshavnar kommunu.
- Tað er ikki nøkur støða tikin, um vit stilla upp kring landið, men limir floksins úti í økjunum arbeiða við málinum, og tað verða tey sjálvi, sum gera av, hvørt stillað verður upp aðrastaðni enn í Havn, sigur Poul Michelsen.
Flokkurin varð stovnaður í apríl í fjør, og fekk sum kunnugt eina sera góða byrjan við tveimum umboðum í Løgtinginum. Løgtingsvalið í oktober í fjør gav flokkinum fleiri enn 10% av atkvøðunum í Havn, og tá ein býráðssessur krevur 7,7% er ikki trupult at rokna út, at Framsóikn við somu undirtøku fær sæti í einum komandi býráð.
- Enn er ikki nøkur sum helst avgerð tikin um annað, enn at stillað verður upp í Havn, og har eru eini fýra ella fimm valevni klár at seta á listan, sigur Poul Michelsen.
Hann vil ikki avdúka, hvørji valevni talan er um, men tað er nærliggjandi at hugsa sær, at nøvnini skulu finnast millum valevnini, sum vóru á listanum til løgtingsvalið.

Eingin Poul
Formaðurin í Framsókn sigur, at nú eitt ár er liðið síðani Framsókn varð stovnað, verður ein landsfundur hildin í mai.
- Vit vórðu stovnað í apríl í fjør, men tað hevur verið so nógv fyri hendan mánaðin, at vit hava fundin í mai í staðin fyri, sigur Poul Michelsen.
Hetta verður ein stórur og umfatandi fundur.
- Vit skulu taka saman um hetta fyrsta árið, og talan verður fyrst og fremst um eina eftirmeting. Tað inniber eisini eina møguliga tillaging av stevnuskránni hjá flokkinum, sigur Poul Michelsen.
Eitt heilt upplagt evni á fundinum verður uppstillingin til kommunuvalið í november.
- Sum nevnt er gjørt av at stilla upp í Havn, og eini fýra fimm valevni eru klár. Økini gera sjálvi av, um tey stilla upp í sínari kommunu, men eg veit, at arbeitt verður við málinum kring landið, sigur Poul Michelsen.
Og hóast enn er langt á mál við einari uppstilling í Havn, so liggur eitt heilt fast.
- sEg stilli ikki upp sjálvur til býráðið. Men tað er væl náttúrligt, at fólk, sum stillaðu upp til løgtingsvalið, verða at finna á listanum til býráðsvalið, sigur Poul Michelsen.
Formaðurin hevur onga viðmerking til, um hin tinglimurin hjá flokkinum verður at finna á býráðsvalslistanum hjá Framsókn.