Vit høvdu eitt fínt prát við landsstýrismannin

Vit eru komin eitt stig nærri at stovna ein føroyskan grunn til náttúruvanlukkur

 

Vit høvdu eitt fínt prát, og semja er um at arbeiða víðari við málinum. Tað sigur Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum.

Í gjár var Kommunufelagið á fundi við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum um at stovna ein føroyskan náttúruvanlukkugrunn sum kann hjálpa til við endurbyggingini, tá ið náttúruvanlukkur herja.

Nógv varð tosað um ein slíkan grunn eftir kyndilsmessuódnina í 2008, men tað fjarðaði burtur aftur.

Men nú er kjakið kyknað upp aftur eftir øgiliga brimið um vikuskiftið, táið stórir skaðar hendu í Hvalba, í Porkeri, í Skopun, í Nólsoy, rundan um Kaldbaksfjørð, og aðrastaðni við.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, gjørdi greitt í KvF, at kommunur skulu ikki dúva upp á fíggjarligan stuðul úr landskassanum til endurbyggingina eftir hesa náttúruvanlukkuna.

Hinvegin er vilji til at virka fyri, at vit fáa ein náttúruvanlukkugrunn, sum kann hjálpa til, tá ið slíkar vanlukkur henda í framtíðini.

Í tí samandi hittust umboð fyri Kommunufelagið, og Jørgen Niclasen, á fundi í gjár at viðgera málið.

– Vit høvdu ein góðan fund, har vit samdust um at arbeiða víðari við málinum, sigur Dennis Holm.

Hann sigur, at tað eru nógv viðurskifti, sum greiðast skal á og tískil avtalaðu partarnir, at eitt umboð fyri Kommunufelagið og eitt umboð fyri Fíggjarmálaráðið, skulu seta seg saman við serkønum á hesum økinum, við tí endamáli at fella niður á pappír, hvussu ein slíkur grunnur skal skipast, og so fáa kommunurnar høvi til at taka støðu til tað.

Í hesum sambandi er ein av spurningunum, hvussu inngjaldið skal skipast, og ein annar spurningur eru, nær gjaldast skal úr grunninum, og um kommunurnar skulu hava eina ávísa sjálvsábyrgd.

Í sambandi við inngjald, kann ein møguleiki vera at kommunur rinda í grunnin eftir fólkatalinum, men ein annar máti kann vera, at kommunur rinda ein ávísan prosentpart av kommunuskattinum í grunnin.

Spurningurin er eisini um ein slíkur grunnur eisini skal rinda fyri tær vanlukkur, sum hendu í briminum hetta vikuskiftið, ella um hann bara skal rinda fyri tær vanlukkur, sum fara at henda í framtíðini.

Í hesum sambandi verður tað ein avbjóðing, at grunnurin verður ikki serliga peningasterkur ta fyrstu tíðina, men spurningurin er so um hann skal fáa heimild at taka lán.

– Ein annar spurningur er eisini um landskassin skal spjaða til ein slíkan grunn fyri at fáa gongd í hann beinanvegin, sigur Dennis Holm.