- Vitjan av seglbátum er mest sum hæsað av fyri í ár. Tilsamans 59 seglbátar hava lagt leiðina framvið Vágs havn í summar við tilsamans umleið 140 fólkum umborð.
Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag.
Víst verður á, at fyrsti seglbáturin kom á Vág í byrjanini av mai, og hin seinasti fór avstað hálvan september.
- Bátarnir hava uppruna úr 14 ymiskum londum, serliga Bretlandi og Fraklandi, og flestir hava siglt úr Stornoway, áðrenn teir komu til Vágs.
Í Vági verður víst á, at ferðafólkini vanliga hava ligið nakrar dagar í Vági.
- Afturmeldingarnar hava verið jaligar, og fleiri hava valt at steðga á aftur - annaðhvørt eftir at hava vitjað aðrar havnir í Føroyum, Íslandi ella Grønlandi.
Lagt verður aftrat, at arbeiðið at menna tænasturnar í Vágs Havn heldur fram, soleiðis at Vágur framvegis kann bjóða eina góða og væl skipaða móttøku fyri seglbátar.