Løgfrøðingar: Ódámlig framferð av samgonguni í morgun

Tað er ódámligt, at samgongan leggur uppskot fyri Løgtingið, sum gevur henni nakrar eyka arbeiðsdagar, eru sakførararnir, Jógvan Páll Lassen, og Bjørn á Heygum, samdir um - Tað, sum samgongan hevur gjørt í morgun, er ódámligt. Men tað er ikki at bróta fólkaræðið.

Tað eru sakførararnir báðir, Bjørn á Heygum og Jógvan Páll Lassen, samdir um.

Teir sipa til, at samgongan beint nú hevur samtykt at stytt freistina til at útskriva løgtingsval úr seks vikum, sum tað er nú, niður í fýra vikur.

Sum tað sæst longur niðri á Portalinum, er Tjóðveldið í øðini, tí mett verður, at hetta er at traðka á fólkaræðið, tí einasta endamál við hesum er at geva samgonguni tvær vikur eyka at arbeiða í.

Men hesum eru sakførararnir báðir ikki samdir í.

- Fyri fólkaræðið er hetta ongin trupulleiki sum so, tí Løgtingið er yvir øllum og ger, sum tað vil. Er veljarin ónøgdur við framferðina, er bara at lata vera við at velja somu politikarar aftur, eru Jógvan Páll Lassen og Bjørn á Heygum, samdir um.

Men hinvegin eru teir eisini báðir samdir um, at framferðin er ódámlig.

Siðvenja hevur verið í Føroyum, eins og í londunum rundanum okkum, at tá ið val er útskrivað, heldur alt vanligt lóggávuarbeiði uppat.

- Men at Samgongan við hesum í praksis útvegar sær sjálvum tvær eyka arbeiðsvikur, er ódámligt, tí hon hevur havt heili fýra ár at framt tað lógarsmíð, hon hevur sett sær fyri, sigur Jógvan Páll Lassen.

Heldur ikki Bjørn á Heygum heldur, at hetta er at seta fólkaræðið í vanda.

- Men tað kann hava óhepnar avleiðingar, tí vandi er fyri, at nærri vit koma valinum, verða avgerðirnar hjá politikarum merktar av tí og tí kunnu avgerðir verða tiknar, sum ikki eru skynsamar og har aðrar grundir enn bara sakligar orsøkir, liuggja undir.

- Tì er hetta eitt óheppið signal at senda út, tí hetta ber brá av væntandi virðing fyri fólkaræðisligari siðvenju, sigur Bjørn á Heygum