Gera vit nóg nógv fyri at avmarka ólógligum innflutningi av rúsevnum til Føroya?
Tað er ein spurningur, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, nú skal útgreina.
Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, hevur spurt landsstýrismannin, um vit gera nóg mikið fyri at basa óglógliga innflutninginum av rúsesvnum.
Í hesum sambandi vil hann hava at vita, hvørji átøk verða gjørd fyri at basa innflutninginum, eisini í sambandi við siglingina hjá Norrønu og flogferðsluna, og hann vil eisini hava at vita, hvussu tollvald, løgregla, og aðrir myndugleikar við, samskipa seg í stríðnum ímóti rúsevnum.
Somuleiðis vil hann hava av vita, hvussu nógvir hassjhundar eru í Føroyum, og hvat tað kostar at útvega fleiri hundar.
Bill Justinussen heldur, at støðan viðvíkjandi rúsevnamisnýtslu er versnað seinnu árini, og at hugflogið hjá teimum, sum smugla og selja, er so gott, at tað sær út til, at tey alla tíðina eru eitt fet framman fyri myndugleikarnar.
- Men tað er ivasamt, um nóg nógv orku verður sett av til at røkja uppgávuna til fulnar, og tí er alla tíðina neyðugt at endurskoða tørvin á eftirliti, heldur hann.
- Er tað so, at fleiri sonevndir hassjhundar kundu minkað um innflutningin, eiga beinanvegin stig at verða tikin til at fáa fleiri hundar, sigur Bill Justinussen.
- Tað er óneyðugt at nevna, hvussu stóran týdning, átøkini hava fyri at verja ungdómin ímóti samvitskuleysum bakmonnum, sum við persónligum vinningi fyri eyga ikki blunka við at oyðileggja ung fólk og drepa framtíðardreymar teirra, sigur tingmaðurin fyri Miðflokkin.