hesum í yvir átta ár, og peningur varð settur av fyri fleiri árum síðani. Her er ikki so frægt sum ein fløta til bóltspæl. Her er heldur einki spælipláss til børnini, annað enn gamli vatnbrunnurin, sum børnini [...] røttum stað, men alt til fánýtis – “arbeitt verður við málinum” er standardsvarið. Tí vil eg hervið takka fráfarandi býráði fyri innsatsin, ella rættari - mangul upp á sama. Fyri okkum í Svanga kann tað [...] í kommununi. Har eru komin sparkivallir, spælipláss og annað mennandi fyri trivnaðin í økjunum. Hetta er sjálvandi gleðiligt fyri teir skattaborgarar, sum eru so hepnir at fáa gagn av hesum átøkum. Tað
Ætlanin er, at umframt umboð fyri teir fýra stovnarar skul umboð fyri landsstýrið og fyri lánistovnarnar fara við til Íslands. Tá bólkurin so kemur heim aftur, skuldi borið til at farið í gongd heilt skjótt [...] Nú røkist alt fyri, at gongd fer at koma á ætlanina um at byggja nýtt ellisheim í Klaksvík. Í oktober mánaði fara nøkur fólk til Kópavágs í íslandi at vitja fyri at kunna seg um, hvussu ellisheim har verða [...] Vinarbýurin hevur nevniliga boðið sær til at vegleiða Klaksvíkini ókeypis, tá farið verður at byggja ellisheim. Síðan í vár hevur ein arbeiðsbólkur sitið við umboðum fyri Vistarheimið, sjúkrahúsið, røktarheimið
í KFUK, røðu. Tá jólahaldið var av, fóru tey gomlu vælnøgd hvør til sítt. Heimahjálpirnar høvdu skipað so fyri, at øll kundu sleppa til og frá jólahaldinum í bili, umframt at MBF-bussurin var tøkur at [...] samla pening saman, skaffa innivist og skipa so fyri, at júst jólahaldið skuldi gerast størri og hugnaligari enn undanfarin ár. Vildu ikki svíkja tey gomlu Fyri at fáa sum mest burturúr innsamlaða peninginum [...] Heimahjálpirnar siga, at tær eru væl nøgdar við tiltakið. Endamálið við at tær sjálvar skipaðu fyri tiltakinum ár var, fyri at tað ikki skal detta niðurfyri. Tær takka Býráðnum og fyritøkunum í Havn, sum gjørdu
sum viðkomandi ikki er bangin fyri at luttaka í øllum tí, sum skal til fyri at reka og menna mentanar-, trivnaðar-, rørslu- og heilsuvirksemi í stórhøllini Við Tjarnir. – Fyri rætta persónin er talan um eitt [...] stendur fyri verkætlanini at byggja nýggju Stórhøllina við Tjarnir í Hoyvíkshaganum. – Vilt tú standa á odda fyri einum sonnum nýbroti í føroyskum mentanar-, ítróttar- og tiltakslívi? Nevndin fyri Við Tjarnir [...] Tjarnir leitar eftir einum stjóra til stórhøllina, sum verður ein nýggjur mentanardepil fyri alt landið. Grunnurin skrivar í lýsingini, at tey ynskja sær ein stjóra, sum megnar at bæði leiða og umboða,
at seta øll segl til, fyri at vinna næsta Løgtingsval. Og fyrireikingarnar skulu byrja beinanvegin. Tað varð ført fram á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin. Og stendur tað til formannin í flokkinum [...] týdning fyri javnstøðu, var, at konufólk gjørdust fíggjarliga óheft av monnunum og tí helt, at útbúgving var ein høvuðslykil til javnstøðu. Men hann vísti á, at hann arbeiddi við fleiri átøkum fyri at menna [...] Fólkaflokkurin ætlar at gera fyri at menna javnstøðu í flokkinum. Í hesum sambandi helt hon, at tað einasta rætta var at flokkurin beinanvegin fór undir at manna listarnar til næsta løgtingsval, so at konufólk
dómsnevndini taldar saman til eitt endaligt úrslit, sum verður almannakunngjørt á Planet Awards á Hotel Føroyum. Fyri at atkvøða send eini sms boð til 1930, við koduni, ið stendur aftan fyri tað navnið, ið tú [...] atkvøtt verður: Ynskir tú til dømis at atkvøða fyri Thor Simonsen sum besta nýggja, sendir tú eini sms boð til 1930 við tekstinum: pla nb 5. Ella um tú ynskir at atkvøða fyri Stay Under The Stars sum bestu [...] nakað er at dylja um dómsnevndina, men bert fyri at geva henni arbeiðsfrið. Nú er dómsnevndin komin til sína niðurstøðu um hvørs avrik í 2006 eru nóg góð til at verða innstillaður. Á hesum síðum er yvirlit
Eg vil takka tær so nógv, fyri tað tú hevur verið fyri meg, tað eru bara so nógv, nógv góð minnir ið eg havi. Minnist so væl, tá ið eg var lítil, at eg plagdi at koma oman til tín at spæla kort, tað var [...] glaður og takksamur fyri, tína vegna. Eg veit, at tú nú hevur tað gott heima hjá Jesupápa. Eg komi at sakna teg sera nógv, men eg vil bara takka tær so nógv fyri alt, sum tú hevur verði fyri meg, tað seti eg [...] tíðin var ongantíð nakar trupuleiki fyri teg. Tú vart eisini so sera ungdómmilig, tú vildi altíð vita hvat tey ungu gjørdu. Tú spurdi, vísti so stóran áhuga fyri okkum, vit kundu eisini tosa við teg um
Honum vóru litin til fleiri álitisstørv, m.a. sat hann í umboðsnevndini fyri SEV og í stýrinum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús í útvið 40 ár. Siðsøguligi áhugi hansara hevði eisini við s_r áhuga fyri _ttarsøgu. Hann [...] fáur. Honum untist at hava førleika og rímuliga góða heilsu til tað síðsta. Vit takka Obert fyri alt hansara ídni og fyri alt, hann var fyri okkum, sum untust at kenna henda fryntliga mann. Ærað verið [...] Hann nýtti nógvar fríløtur til _ttargransking. Eisini málaði og yrkti hann. Obert var íðin sambandsmaður. Hann var ein av stigtakarunum og stovnarunum av valfelagi Sambandsfloksins í Eysturoynni Samhald
n arbeiðir fyri eitt føroyskt felag, sum hevur nærri ásettan part av sínum virksemi í Føroyum. Á henda hátt verður forða fyri at tað eru einstaklingar, sum fara av landinum at arbeiða fyri útlendskan [...] Í seinasta valskeiði varð frádrátturin lækkaður úr 600,- til 300,- og síðan til 100,- krónur um dagin. Lækkingin hevði við sær, at handverkarar, sum arbeiða uttanlands fóru at nýta eina aðra reglu, sum [...] at ferðin á føroyska búskapinum er nóg høg í løtuni. Tí hevði tað avgjørt ikki bara verið til fyrimunar fyri samfelagið um handverkararnir, allir sum ein, komu heim at arbeiða. Tí eigur landsstýrið at
felagsskapir skiftust um at senda eitt umboð saman við politikarum til ST ársfundin. Møguleiki fyri góðum sambondum Her høvdu verið møguleikar fyri, at okkara skiftandi umboð - umframt politikarar - fingu góð [...] eru við í sendinevndunum. Hetta hevur givið teimum gyltar møguleikar fyri sambondum og dyggum samstørvum við ymisk lond. Miðdepil fyri so mongum ST kann verða ein virðismikil miðdepil av stórum týdningi [...] peningaumfarið eisini viðfevnt. Tí hevði kanska verið áhugavert at kanna møguleikarnar fyri eini broyttari skipan fyri samstarvinum við ársfundin hjá ST, sum hevur verið siðvenja hjá øðrum londum. Hetta kundi