Áhugamál hansara spentu sera víða, alt frá lokalpolitikki, mentan, siðsøgu og samfelagsviðurskiftum.
Sum ungur arbeiddi Obert í handils- og reiðaravirkinum hjá S.P.Petersen í Fuglafirði, fyrst sum ørindadrongur, og seinni í handlinum, á skrivstovuni og skipaavgreiðsluni.
Mitt í 50´unum stovnaði hann Spinnaríið, og seinni gjørdist hann kommunuskrivari. Eisini var hann bygdaráðslimur. Hann hevði handil, har hann seldi radiotól, barnavognar, súklur, happadráttarseðlar og teknaði tryggingar.
Hann var ein av stovnarunum av ÍF. Var ein av rithøvundunum av bókini Brot úr Fuglafjarðar søgu og var limur í gøtunavnanevndini í Fuglafirði.
Honum vóru litin til fleiri álitisstørv, m.a. sat hann í umboðsnevndini fyri SEV og í stýrinum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús í útvið 40 ár.
Siðsøguligi áhugi hansara hevði eisini við s_r áhuga fyri _ttarsøgu. Hann nýtti nógvar fríløtur til _ttargransking. Eisini málaði og yrkti hann.
Obert var íðin sambandsmaður. Hann var ein av stigtakarunum og stovnarunum av valfelagi Sambandsfloksins í Eysturoynni Samhald.
Tey fyrstu árini eftir stovningina vóru í mangar mátar tung fyri valfelagið. Fyrsta valskeiðið doyðu tveir av tinglimunum og nýggj umboð skuldu finnast. Men sum fráleið fótaði flokkurin s_r aftur í Eysturoynni, soleiðis, at Eysturoyggin nú í langa tíð av monnum hevur verið kallað háborg Sambandsfloksins.
Øll hesi árini var Obert við í nevndini í Samhald, og sigast kann, at hansara partur lá ikki eftir í nevndararbeiðinum. Obert var tann síðsti av stovnarunum, sum hevur sitið øll árini í nevndini - í meiri enn 40 ár!
Havi sjálvur altíð kent Obert, við tað, at hann var giftur pápasystur míni. Sum barn var tað altíð ein fragd at koma í føðingardagar í heiminum hjá Obert og Judith.
Lívsjáttandi var Obert sum fáur. Honum untist at hava førleika og rímuliga góða heilsu til tað síðsta.
Vit takka Obert fyri alt hansara ídni og fyri alt, hann var fyri okkum, sum untust at kenna henda fryntliga mann.
Ærað verið minnið um Obert Eliasen.
Samhald
Johan Petersen, form.