Jørgen Niclasen skal føra Fólkaflokkin til sigurs

Fólkaflokkurin ætlar at seta øll segl til fyri at vinna næsta løgtingsval so dyggiliga


Fólkaflokkurin fer nú at seta øll segl til, fyri at vinna næsta Løgtingsval.
Og fyrireikingarnar skulu byrja beinanvegin.
Tað varð ført fram á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin.
Og stendur tað til formannin í flokkinum, Anfinn Kallsberg, skal tað verða Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, sum skal verða høvuðs-strategurin í valstríðnum.
Á landsfundinum helt Annika Olsen, býráðslimur í Havn, at tað vóru ov fáar kvinnur í politikki og tað er ein veruligur trupulleiki.
Tí vildi hon hava at vita, hvat Fólkaflokkurin ætlar at gera fyri at menna javnstøðu í flokkinum.
Í hesum sambandi helt hon, at tað einasta rætta var at flokkurin beinanvegin fór undir at manna listarnar til næsta løgtingsval, so at konufólk fingu ein møguleika at gera vart við seg.
- Tað er alt ov seint at fara undir eitt valstríð tveir, tríggjar mánar undan valinum, tí tað ger, at fleiri kvinnur bera seg undan.
 
Jørgen skal vísa vegin
Formaðurin í Fólkaflokkinum, Anfinn Kallsberg, tók fult undir við hesum.
- Vit eiga beinanvegin at fara undir at fyrireika næsta val fyri at vinna valið so dyggiliga. Tí eiga vit longu nú at umhugsa, hvussu vit skulu bera okkum at.
Í hesum sambandi helt hann, at flokkurin eigur at fáa dynamiskar kreftir at stíla fyri, so at valið kann vinnast.
- Og mítt fyrsta uppskot er at flokkurin setir Jørgen Niclasen at standa á odda fyri komandi valstríðnum. Segði Anfinn Kallsberg
Bjarni Djurholm, segði, at tað verður ikki við honum sum landsstýrismanni í javnstøðu, at vit fara at lóggeva kvinnur á ting, sum hann málbar seg.
Hann helt, at tað, sum hevði eina størstan týdning fyri javnstøðu, var, at konufólk gjørdust fíggjarliga óheft av monnunum og tí helt, at útbúgving var ein høvuðslykil til javnstøðu.
Men hann vísti á, at hann arbeiddi við fleiri átøkum fyri at menna javnstøðu, so at tað verður natúrligari at fáa fleiri kvinnur upp í politikk. Eitt nú verður arbeitt við eini kjaksíðu.