Frádráttur til føroyskar handverkarar uttanlands: Vinstra visti ikki hvat høgra gjørdi

Upp undir løgtingsvalið í apríl mánaða vísti undirritaði á trupulleikarnar við frádráttinum til føroyskar handverkarar uttanlands. Nú sigur landsstýrismaðurin at endamálið, at fáa handverkararnar heimaftur, ikki er rokkið, og tí má okkurt gerast.

Í seinasta valskeiði varð frádrátturin lækkaður úr 600,- til 300,- og síðan til 100,- krónur um dagin. Lækkingin hevði við sær, at handverkarar, sum arbeiða uttanlands fóru at nýta eina aðra reglu, sum ætlað var embætisfólki ella øðrum, sum vóru burtur í styttri tíðarskeið enn tær átta vikurnar, sum handverkarin skuldi vera burturi fyri at fáa frádrátt. Eftir hesi reglu er frádrátturin 610 krónur um dagin fyrstu 28 dagarnar og fer síðan niður á 45% restina av tíðini. Í fíggjarmálastýrinum visti vinstra hond helst ikki hvat høgra gjørdi.

Óstøðug viðurskifti skapa ótryggleika
Um skipanin við frádráttinum enn einaferð verður broytt, soleiðis at allur frádráttur til føroyskar handverkarar uttanlands verður strikaður, fer hetta at taka grundarlagið undan møguleikunum hjá fleiri føroyskum fyritøkum at fáa arbeiði uttanlands. Eisini fer tað at fáa álvarsligar fylgjur fyri tær føroyskar fyritøkurnar, sum hava gjørt sáttmálar um arbeiði, ið enn ikki eru farin í gongd. At viðurskiftini hjá vinnufyritøkum eru so óstøðug, ger eisini at álitið, sum útlendskir kundar hava á føroyskt vinnulív, fer at versna.

Føroysk feløg við virksemi í FØ, ikki einstaklingar
Landsstýrismaðurin hevur sagt, at endamálið við at lækka frádráttin er at fáa føroysku handverkararnar heimaftur at arbeiða. Tey flestu eru samd um, at ferðin á føroyska búskapinum er nóg høg í løtuni. Tí hevði tað avgjørt ikki bara verið til fyrimunar fyri samfelagið um handverkararnir, allir sum ein, komu heim at arbeiða. Tí eigur landsstýrið at umhugsa, um ikki upprunaligi frádrátturin skal hækkast nakað, treytað av at handverkarin arbeiðir fyri eitt føroyskt felag, sum hevur nærri ásettan part av sínum virksemi í Føroyum. Á henda hátt verður forða fyri at tað eru einstaklingar, sum fara av landinum at arbeiða fyri útlendskan arbeiðsgevara, ella at talan er um fyritøkur, sum einans leiga út føroyska arbeiðsmegi. Við geva føroyskum handverkarum í starvi hjá føroyskum fyritøkum, sum eisini átaka sær arbeiði í Føroyum, ávísan skattafyrimun, leggja hesir handverkarar vitan eftir seg í Føroyum og styrkja fyritøkurnar, sum teir arbeiða fyri, soleiðis at hesar kunnu mennast í kappingini við útlendskar fyritøkur.