Higartil í ár hevur skattainntøkan í størstu kommununum í Suðuroy verið størri, enn hon var í fjør. Miðal vøksturin fyri allar kommunurnar í landinum hevur í ellivu teimum fyrstu mánauðunum verið 5,97 [...] 97 prosent. Í tveimum kommunum í Suðuroy hevur vøksturin verið størri enn so. Í Hvalbiar kommunu er hann 7,46 prosent, og í Vágs kommunu er hann 9,22 prosent. Í Tvøroyrar kommunu er vøksturin 1,95 prosent [...] skatti í Suðuroy. Fyribils uppgerðin vísir, at samlaða skattainntøkan í Suðuroy var góðar tvey hundrað túsund krónur lægri, enn hon var í november í fjør. Í øllum kommunum var inntøkan lægri enn í november mánað
HB vann í dag sín ellinta sigur á rað í Betrideildini hjá monnum, og liggur HB greitt á odda við 37 stigum. Adrian Justinussen gjørdist stóra hetjan hjá HB í dag tá hann við tveimum málum søkti B36, tá [...] tá HB vann 2-1 í grannauppgerðini. Adrian Justinussen hevur higartil skotið 13 mál í kappingini. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2: 1) Hoyr Trónd Arge siga frá báðum málunum hjá Adrian Justinussen [...] Justinussen, at hann var vísur í, at bólturin fór inn: - Eg visti, at hann sat, greiðir Adrian frá. Adrian Justinussen sigur, at talan er um fyrsta sigurin hjá honum fyri HB ímóti B36 í bestu fótbóltsdeildini
við fýra sigrum og tveimum javnleikum í teimum seks grannauppgerðunum ímóti AB og B36. Tó er vert at leggja merkið til, at tað hevur ongantíð verið meir enn tað eina málið á muni í teimum níggju grann [...] grannauppgerðunum í høvuðsstaðarøkinum. Seks dystir eru endaðir við einum eittmálssigri og tríggir dystir eru endaðir við javnleiki. Úrslitini í grannauppgerðunum í høvuðsstaðnum hetta kappingarárið : B36-AB [...] grannauppgerðirnar millum AB, HB og B36 í effodeildini eru avgreiddar. Verandi meistarar, B36 hava avgjørt havt eitt slakari kappingarár, men tað hevur roynst væl hjá B36 í grannauppgerðunum ímóti AB og HB,
tónleikarar við stórari uppseting av slagverki og tveimum flyglum at hava konsert í Norðurlandahúsinum. Mikukvøldið 25. november kl. 19.30 verður forkunnug konsert í Norðurlandahúsinum við bólkinum »In Evidenza« [...] Manuel Esperilla úr Spania. Hesir tríggir tónleikararnir hittust á danska tónleikaháskúlanum í Keypmannahavn, og í 2008 stovnaðu teir In Evidenza. Trio?in leggur serligan dent á at spæla nútímatónleik og nýskrivað [...] harvið verða við til at lita framtíðartónleikin fyri júst hesa samanseting av ljóðførum. Til konsertina í Norðurlandahúsinum hava teir heitt á dugnaligar føroyskar kreftir. Føroyski klaverleikarin Jóhannes
stýrisbólkinum eitt álit í seinasta lagi 1. apríl í komandi ári. Hvørt einstakt ferðslutrygdarátak á samlaða vegateininum skal lýsast nágreiniliga. Arbeiðsbólkurin fer beinanvegin í gongd við at kortleggja [...] Runavíkar kommuna og Politiið hava í dag undirskrivað eina samstarvsavtalu um eina samlaða ferðslutrygdarætlan fyri vegateinin ?Undir Gøtueiði-Mýravegur? Seinnapartin í dag var sjøtil settur á fyrireiki [...] ið. Fyri at fáa eina so optimala loysn sum til ber, verður skipað fyri tveimum lokalum borgarafundum - ein borgarafundur verður í byrjanini og ein, tá ið eitt ítøkiligt uppskot fyriliggur. Hetta skal viðvirka
Sjálvt drykkirnir vóru í svørtum og reyðum, tá nýggj framsýning lat upp í Steinprent í gjár, har tveir teir sterkastu grafisku litirnir vísa sína listarligu megi. Sermerktu, gomlu hølini hjá Steinprent [...] Skálatrøð eru í løtuni prýdd við eini ørgrynnu av størri og smærri grafiskum verkum hjá eini røð av eldri og yngri listafólkum, ið summi royna seg á heilt øðrvísi hátt. Øll verkini eru nevniliga í svørtum og [...] kennist tað næstan provokerandi at síggja Trónd Patursson arbeiða í djúpt reyðum og kolasvørtum við einum myndevni, vit annars bara kenna í hansara eyðkenda bláa liti. Eisini er tað næstan sum at síggja listina
vaktarskifti fer nú fram á tveimum stórum og týðandi økjum í Føroya størsta bankasamtaki, Eik Banka. Tann 1. mars byrja Øssur S. Nolsøe og Marjun Eystberg í hvør sínum leiðarastarvi í bankanum. Marjun Eystberg [...] koma úr øðrum størvum í Eik-samtakinum. Øssur Nolsøe hevur í stívliga sjey ár røkt starvið, sum Marjun Eystberg nú fer í. Frammanundan hevur hann m.a. verið grannskoðanarleiðari í bankanum. Øssur S. Nolsøe [...] merc. aud. Harumframt hevur hann eina Master í leiðslu. Áðrenn hann kom í Eik, starvaðist hann sum grannskoðari í nøkur ár. Marjun Eystberg hevur starvast í Eik-samtakinum síðan 2003, m.a. sum starvsfó
Ein av luttakarunum í Íløguspælinum hjá Føroya Banka telist millum bestu íleggjarnar í samlaða íløguspælinum hjá danska vinnublaðnum Børsen. Í stóra íløguspælinum kappast yvir hálvtrýss túsund luttakarar [...] at gera mest lønandi íløgurnar næstu fýra mánarnar. Hesin luttakarin í íløguspælinum nevnir seg MariusJ og liggur í løtuni ovast í kappingini hjá Føroya Banka, har viðkomandi eftir bert tvær vikur hevur [...] við teimum 250.000 krónunum í spælipengum frá byrjan. Hetta svarar til ein vinning á 13.3%. Í donsku kappingini liggur MariusJ týsdagin eisini á fyrsta plássi. Allir luttakarar í Íløguspælinum hjá Føroya
steðgar upp, sigur Vár í Gong, formaður í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktararfrøðingar. - Úrslitið er, at føroyskir sjúklingar í seinasta enda ikki fáa nøktandi heilsutilboð, ið hoyrir heima í einum hvørjum væ [...] sigur Vár í Gong. - Um tað gerst neyðugt, mugu stig takast til at eftirmeta og kannað viðurskiftini á virðiligan hátt. At fremja sparingar í óðum verkum er ikki loysn, sigur Vár í Gong, formaður í Felagnum [...] starvsfólk og menning í føroyska sjúkrahúsverkinum, at Landsstýrið enn eina ferð leggur upp til skerjingar á Landssjúkrahúsinum, har ótryggleiki aftur valdar Tað staðfestir Vár í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir
Metingin av persónsskattinum í 2010 er gjørd við støði í eini uppgerð frá TAKS fyri teir fyrstu átta mánaðirnar í 2009. Roknað er ikki við hækking ella lækking í skattagrundarlagnum. Í høvuðstølum kann sigast [...] 64 búplássum. Ætlandi verður heimið liðugt í 2011. Skattaprosentið verður hækkað í høvuðsheitum til at fíggja hesa íløguna, sum so kann rindast eftir tveimum árum. Uppskotið til fíggjarætlan fyri 2010 [...] Skattaprosentið í Tórshavnar Kommunu fer komandi ár upp við einum prosenti. Tað sæst í fíggjarætlanini fyri 2010. Høvuðsorsøk til hetta er útbygging á eldraøkinum Ætlanin er at byggja nýtt røktarheim við