Føroyingur besti íleggjari í Danmark

Ein av luttakarunum í Íløguspælinum hjá Føroya Banka telist millum bestu íleggjarnar í samlaða íløguspælinum hjá danska vinnublaðnum Børsen. Í stóra íløguspælinum kappast yvir hálvtrýss túsund luttakarar um at gera mest lønandi íløgurnar næstu fýra mánarnar.

Hesin luttakarin í íløguspælinum nevnir seg MariusJ og liggur í løtuni ovast í kappingini hjá Føroya Banka, har viðkomandi eftir bert tvær vikur hevur skapt ein vinning á yvir 33.000 krónur við teimum 250.000 krónunum í spælipengum frá byrjan. Hetta svarar til ein vinning á 13.3%. Í donsku kappingini liggur MariusJ týsdagin eisini á fyrsta plássi.

Allir luttakarar í Íløguspælinum hjá Føroya Banka eru eisini við í stóru kappingini hjá Børsen, har høvuðsvinningurin er ein Lexus bilur fyri yvir 600.000 krónur. Eydnast tað einum av luttakarunum í íløguspælinum hjá Føroya Banka at enda ovast í samlaðu kappingini, strýkur viðkomandi soleiðis avstað við tveimum bilum. Høvuðsvinningurin í føroyska spælinum er sum kunnugt ein Toyota Aygo frá Reyni Service.

Luttakarnir í íløguspælinum hjá Føroya Banka kunnu eisini fylgja við hvørjar íløgur hinir spælararnir hava gjørt. Og verður hugt eftir íløgusamansetingini í bestu porteføljuni hjá MariusJ, kann staðfestast, at íløgusamansetingin í løtuni eru fleiri rávørur umframt norski stórbankin DnB NOR, danski vindmylluframleiðarin Vestas og norska oljuleitingarfelagið DNO.